Baal
37 versir um "Baal"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 23:13 Jeremias
Hjá profetum Samaria havi Eg sæð dárskap; teir profeteraðu í navni Ba’als og leiddu Ísrael, fólk Mítt, av leið.
Dómararnir 6:31 Dómararnir
Men Jóas segði við allar teir, ið rundan um hann stóðu: „Ætla tit at flyta mál Ba’als? Ætla tit at hjálpa honum? Tann, ið ger seg til talsmann fyri hann, skal doyggja, áðrenn morgindagurin kemur! Er hann Gud, so greiði hann sjálvur søk sína móti honum, ið hevur rivið niður altar hansara!“
Fyrra Kongabók 16:31 Fyrra Kongabók
Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann.
Fyrra Kongabók 16:32 Fyrra Kongabók
Hann reisti Ba’al altar í ba’alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria.
Fyrra Kongabók 18:21 Fyrra Kongabók
Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: „Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!“ – Fólkið ønti honum ikki aftur.
Seinna Kongabók 10:18 Seinna Kongabók
Síðani savnaði Jehu alt fólkið og segði við teir: „Lítið dýrkaði Akab Ba’al, men Jehu skal dýrka hann nógv.
Seinna Kongabók 10:19 Seinna Kongabók
Sendið mær tí nú boð eftir øllum ba’alsprofetunum, øllum tænarum hansara og øllum prestum hansara – ikki ein má vera, sum ikki kemur! Tí eg ætli at halda stóra sláturoffurhøgtíð, Ba’al til heiður; tann, ið ikki verður hjástaddur, skal bøta við lívinum.“ – Men Jehu hevði svik í huga – hann ætlaði at týna tænarar Ba’als.
Seinna Kongabók 10:20 Seinna Kongabók
Síðani segði Jehu: „Lýsið hátíðarsamkomu, Ba’al til heiður!“ Teir lýstu tá slíka hátíð.
Seinna Kongabók 10:21 Seinna Kongabók
Og Jehu sendi boð um alt Ísrael, og allir tænarar Ba’als komu; ikki ein var, sum ikki kom. Teir fóru inn í hús Ba’als, og hús Ba’als varð fult úr enda í enda.
Seinna Kongabók 10:22 Seinna Kongabók
So segði hann við tann, ið stóð fyri klædnakamarinum: „Tak út klæði til allar tænarar Ba’als!“ Og hann tók út klæði til teirra.
Seinna Kongabók 10:23 Seinna Kongabók
Táið nú Jehu saman við Jónadab, syni Rekab, kom til hús Ba’als, segði hann við tænarar Ba’als: „Hyggið nú væl eftir, at her ímillum tykkara eingin er av tænarum HARRANS, men eina tænarar Ba’als!“
Seinna Kongabók 10:24 Seinna Kongabók
Teir fóru nú inn at ofra sláturoffur og brennioffur. Men Jehu hevði sett 80 mans uttanfyri og sagt: „Tann, ið letur nakran sleppa av monnunum, ið eg gevi í hendur tykkara, skal lata lív sítt fyri lív hansara!“
Seinna Kongabók 10:25 Seinna Kongabók
Táið teir nú vóru lidnir at ofra brenniofrið, segði Jehu við lívvaktina og høvuðsmenninar: „Farið inn og drepið teir, latið ikki ein sleppa!“ So høgdu teir teir niður við svørði, og lívvaktin og høvuðsmenninir kastaðu teir út. Síðani fóru teir inn í innasta rúmið í húsi Ba’als,
Seinna Kongabók 10:26 Seinna Kongabók
bóru út Asjerurnar í húsi Ba’als og brendu tær
Seinna Kongabók 10:27 Seinna Kongabók
og rivu niður ba’alsminnissteinin; hús Ba’als rivu teir eisini niður og gjørdu nátthús úr tí – tey eru har enn í dag.
Seinna Kongabók 10:28 Seinna Kongabók
Soleiðis oyddi Jehu Ba’al úr Ísrael.
Seinna Kongabók 17:16 Seinna Kongabók
Tey blakaðu øll boð HARRANS Guds síns frá sær og gjørdu sær stoyptar myndir, tveir kálvar; tey gjørdu sær eisini Asjerur, tilbóðu allan her himmalsins og dýrkaðu Ba’al.
Jeremias 19:5 Jeremias
og bygdu ba’alsheyggjar at brenna synir sínar á sum brennioffur til Ba’al – slíkt, sum Eg hvørki havi givið boð um ella talað um, og sum aldri hevur verið Mær í huga!
Hoseas 2:8 Hoseas
Hon dugdi ikki at síggja, at tað var Eg, ið gav henni kornið, vínið og oljuna, gav henni alt hetta nógva silvur og gull, ið tey nýttu til Ba’al.
Hoseas 13:1 Hoseas
Táið Efra’im talaði, ræddust øll; hann var høvdingi í Ísrael; men so dró hann skyld oman yvir seg við at dýrka Ba’al – og doyði.
Rómverjabrævið 11:4 Rómverjabrævið
Og hvat svar fær hann tá frá Gudi? – „Eg havi latið 7000 menn verða eftir til Mín, teir, ið ikki hava boygt knæ fyri Ba’al.“
Fjórða Mósebók 22:41 Fjórða Mósebók
Morgunin eftir tók Balak Bileam við sær og fór við honum niðan á Bamot-Ba’al; haðani sá hann eitt sindur av fólkinum.
Dómararnir 2:11 Dómararnir
Tá gjørdu Ísraelsmenn tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og dýrkaðu Ba’alarnar.
Dómararnir 2:12 Dómararnir
Tey vendu sær frá HARRANUM Gudi fedra sína, sum hevði leitt tey út av Egyptalandi, og hildu seg til aðrar gudar, gudar tjóðanna, ið rundan um tey búðu, og tilbóðu teir og vaktu vreiði HARRANS;
Dómararnir 2:13 Dómararnir
tey vendu sær frá HARRANUM og dýrkaðu Ba’al og Astartu.
Dómararnir 6:25 Dómararnir
Somu nátt segði HARRIN við hann: „Tak tarv faðirs tíns og hin tarvin, tann sjeyára gamla, rív síðani niður ba’alsaltarið, ið faðir tín hevur, og høgg sundur Asjeruna, ið hjá tí stendur!
Dómararnir 6:26 Dómararnir
Reis so HARRANUM Gudi tínum altar ovast á klettinum her – reis tað, sum tað eigur at verða reist! So skalt tú taka annan tarvin og ofra hann sum brennioffur við viðinum úr Asjeruni, ið tú hevur høgt sundur!“
Dómararnir 6:27 Dómararnir
Gideon tók tá tíggju av tænarum sínum við sær og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt við hann; men hann gjørdi tað um náttina, tí av ótta fyri skyldfólki sínum og monnunum í staðnum tordi hann ikki at gera tað um dagin.
Dómararnir 6:28 Dómararnir
Táið fólkið í staðnum tíðliga morgunin eftir sá ba’alsaltarið niðurrivið, Asjeruna, ið hjá tí hevði staðið, sundurhøgda, og tarvin ofraðan á hinum nýreista altarinum,
Dómararnir 6:29 Dómararnir
søgdu tey hvørt við annað: „Hvør man hava gjørt hetta?“ Og táið tey spurdu og kannaðu eftir, varð sagt, at tað var Gideon, sonur Jóas.
Dómararnir 6:30 Dómararnir
Tá søgdu menninir í staðnum við Jóas: „Kom higar við syni tínum, hann skal doyggja! Hann hevur rivið niður ba’alsaltarið og høgt sundur Asjeruna, ið hjá tí stóð!“
Dómararnir 6:32 Dómararnir
Av hesum fekk Gideon navnið Jerubba’al, við tað at teir søgdu: „Ba’al greiði søk sína móti honum, síðani hann hevur rivið niður altar hansara!“
Fyrra Kongabók 18:40 Fyrra Kongabók
Men Elias segði við teir: „Takið profetar Ba’als, latið ikki ein teirra sleppa!“ Og teir tóku teir, og Elias fór við teimum oman at Kisonsløki og læt teir drepa har.
Fyrra Kongabók 22:53 Fyrra Kongabók
Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, og gekk somu leið sum faðir og móðir sín og somu leið sum Jeroboam, sonur Nebat, hann, ið fekk Ísrael at synda.
Seinna Kongabók 3:2 Seinna Kongabók
Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðirin og móðirin; tí hann tók burtur ba’alsminnissteinin, ið faðir hansara hevði latið gjørt.
Jeremias 2:8 Jeremias
Prestarnir søgdu ikki: „Hvar er HARRIN?“ Teir, ið fingust við lógina, kendu Meg ikki; hirðarnir fullu frá Mær, og profetarnir profeteraðu í navni Ba’als og hildu seg til teirra, sum ikki eru mentir at hjálpa.
Jeremias 7:9 Jeremias
Hvat! Tit stjala, drepa, dríva hor, svørja rangt, brenna roykilsi fyri Ba’al og halda tykkum til aðrar gudar – sum tit ikki kenna –