avund
19 versir um "avund"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 14:30 Orðtøkini
Spakført hjarta er lív likamsins, men illsinni er rot í beinunum.
Onnur Mósebók 34:14 Onnur Mósebók
Tí tú mást ongan annan gud tilbiðja! HARRIN eitur Álvarsamur; álvarsamur Gud er Hann!
Orðtøkini 23:17 Orðtøkini
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið
Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.
Orðtøkini 24:1 Orðtøkini
Øvunda ikki ónd menniskju, og hav ikki hug at vera við teimum!
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!
Fyrra Pætursbrævið 2:1 Fyrra Pætursbrævið
Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal!
Job 5:2 Job
Tí dárin verður dripin av gremju síni, og vreiði býttlingsins verður deyði hansara.
Orðtøkini 27:4 Orðtøkini
Illsinni er grumt, og vreiði skúmar, men hvør kann standa seg móti øvund!
Prædikarin 4:4 Prædikarin
Og eg sá, at alt strev og allur dugnaskapur í arbeiði er einki annað, enn at ein øvundar annan. – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Markus 7:20 Markus
Men Hann segði: „Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint.
Markus 7:21 Markus
Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,
Markus 7:22 Markus
hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.
Markus 7:23 Markus
Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.“
Titusarbrævið 3:3 Titusarbrævið
Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.