avrætting
48 versir um "avrætting"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók
Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók
Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
Onnur Mósebók 21:24 Onnur Mósebók
– Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,
Onnur Mósebók 21:25 Onnur Mósebók
brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu!
Onnur Mósebók 22:1 Onnur Mósebók
„Táið onkur stjelur neyt ella seyð og drepur ella selur kríatúrið, skal hann lata fimm neyt aftur fyri neytið og fýra seyðir aftur fyri seyðin.
Onnur Mósebók 22:2 Onnur Mósebók
Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.
Onnur Mósebók 22:3 Onnur Mósebók
Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið.
Onnur Mósebók 22:4 Onnur Mósebók
Finst hitt stolna livandi hjá honum – tað veri nú neyt, esil ella seyður – so skal hann lata tvífalt aftur.
Onnur Mósebók 22:5 Onnur Mósebók
Táið onkur setur fæ sítt á beiti á bøi sínum ella í víngarði sínum, og hann sleppir tí leysum, so tað ger skaða á mark annars mans, skal hann í bót lata tað besta, ið veksur á bøi hansara ella í víngarði hansara.
Onnur Mósebók 22:6 Onnur Mósebók
Kemur eldur í og fatar í tornastik, og bundi ella óskorið korn – ella allur akurin – brennist upp, so skal hann, ið setti eld á, lata fult viðurlag.
Onnur Mósebók 22:7 Onnur Mósebók
Táið onkur gevur einum øðrum pening ella okkurt annað at goyma, og tað verður stolið úr húsi hansara, so skal tjóvurin, um hann verður funnin, lata tvífalt aftur.
Onnur Mósebók 22:8 Onnur Mósebók
Men verður tjóvurin ikki funnin, so skal húsánarin verða leiddur fram fyri Gud og gera eið uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti.
Onnur Mósebók 22:9 Onnur Mósebók
Altíð táið tað er søk um óærligan atburð við góðsi – tað veri nú neyt, esil, seyður, klæði ella okkurt annað, ið mist er – og ein so sigur: „Hetta er tað!“ so skulu báðir partar koma fram fyri Gud, og tann, ið Gud dømir sekan, hann skal lata hin fáa tvífalt aftur.
Onnur Mósebók 22:10 Onnur Mósebók
Táið onkur hevur latið ein annan fáa esil, neyt, seyð ella okkurt annað kríatúr at ansa eftir, og tað doyr, kemur til skaða ella verður rænt, so eingin sær,
Onnur Mósebók 22:11 Onnur Mósebók
so skal eiður skilja teirra millum; hann skal kalla HARRAN til vitni uppá, at hann hevur ikki tikið tað, ið næsti hansara átti; ánarin skal taka eiðin fyri góðan, og hin skal einki viðurlag lata.
Onnur Mósebók 22:12 Onnur Mósebók
Men verður tað stolið frá honum, so skal hann lata ánaran fáa líka fyri tað.
Onnur Mósebók 22:13 Onnur Mósebók
Verður tað sundurskrætt,* so skal hann vísa tað fram sum prógv; tað, ið sundurskrætt er, skal hann ikki lata viðurlag fyri.
Onnur Mósebók 22:14 Onnur Mósebók
Táið onkur lænir kríatúr frá einum øðrum, og tað fær mein ella doyr, meðan ánarin ikki er hjástaddur, skal hann lata fult viðurlag.
Onnur Mósebók 22:15 Onnur Mósebók
Men er ánarin hjástaddur, skal hann einki viðurlag lata; var tað leigað, so er leigan viðurlag.
Onnur Mósebók 22:16 Onnur Mósebók
Táið ein maður forførir gentu, ið ikki er trúlovað, og liggur hjá henni, skal hann lata brúðarkeyp fyri hana og taka hana til konu.
Onnur Mósebók 22:17 Onnur Mósebók
Vil faðir hennara ikki lata hann fáa hana, so skal hann bøta so mikið í peningi, sum vanligt er at lata í festargávu fyri gentu.
Onnur Mósebók 22:18 Onnur Mósebók
Gandakelling skalt tú ikki lata liva.
Onnur Mósebók 22:19 Onnur Mósebók
Ein og hvør, ið hevur við kríatúr at gera, skal lata lív.
Onnur Mósebók 22:20 Onnur Mósebók
Tann, ið ofrar til avgudarnar og ikki bert til HARRAN, skal verða bannlýstur.
Onnur Mósebók 22:21 Onnur Mósebók
Fremmandum mást tú ikki gera órætt ella vera harður við hann; tit hava jú sjálv verið fremmand í Egyptalandi.
Onnur Mósebók 22:22 Onnur Mósebók
Einkjum og faðirleysum mugu tit ikki fara illa við.
Onnur Mósebók 22:23 Onnur Mósebók
Fert tú illa við teimum, so skal Eg sanniliga hoyra róp teirra, táið tey rópa til Mín!
Onnur Mósebók 22:24 Onnur Mósebók
Og vreiði Mín skal tendrast, og Eg skal sláa tykkum við svørði, so konur tykkara verða einkjur, og børn tykkara faðirleys.
Onnur Mósebók 22:25 Onnur Mósebók
Táið tú lænir einum av fólki Mínum pening, fátæka næsta tínum, so skalt tú ikki bera teg at við hann sum okrari; tú mást ikki taka rentu frá honum.
Onnur Mósebók 22:26 Onnur Mósebók
Tekur tú kappa næsta tíns í pant, skalt tú lata hann fáa hann aftur, áðrenn sólin gongur undir;
Onnur Mósebók 22:27 Onnur Mósebók
tí hann er tað einasta, ið hann hevur at sveipa um seg; við honum er tað, hann klæðir likam sítt; hvørjum øðrum skal hann liggja í! Og táið hann rópar til Mín, skal Eg hoyra, tí Eg eri miskunnsamur!
Onnur Mósebók 22:28 Onnur Mósebók
Gud mást tú ikki spotta, og høvdinga av fólki tínum mást tú ikki banna.
Onnur Mósebók 22:29 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drála at geva Mær av tí, ið fyllir løðu tína, og sum flýtur úr vínpersu tíni. Hin frumborna son tín skalt tú geva Mær.
Onnur Mósebók 22:30 Onnur Mósebók
Á sama hátt skalt tú geva neyt tíni og smáfæ títt; sjey dagar skal tað verða hjá mammuni, men áttanda dagin skalt tú geva Mær tað.
Onnur Mósebók 22:31 Onnur Mósebók
Tit skulu vera Mær heilag menniskju. Kjøt av dýrum, ið eru sundurskrædd á markini, mugu tit ikki eta; tað skulu tit blaka fyri hundarnar.“
Matteus 5:38 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“
Matteus 5:39 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!
Matteus 26:52 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Stikk svørð títt aftur, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði.
Matteus 26:53 Matteus
Ella heldur tú, Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann nú hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum!
Matteus 26:54 Matteus
Hvussu skuldu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!“
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!