avhald
18 versir um "avhald"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 4:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siðloysi,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið
at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Fyrra Korintbrævið 7:2 Fyrra Korintbrævið
Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið
Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!
Fyrra Pætursbrævið 2:11 Fyrra Pætursbrævið
Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!
Fyrsta Mósebók 39:7 Fyrsta Mósebók
Nakað eftir hetta vendi kona harra hansara eygum sínum at Jósefi og segði: „Kom og ligg hjá mær!“
Fyrsta Mósebók 39:8 Fyrsta Mósebók
Men hann vildi ikki og segði við konu harra síns: „Harri mín hevur ikki eyguni eftir mær í nøkrum í øllum húsi sínum; alt tað, ið hann eigur, hevur hann litið mær upp í hendur.
Fyrsta Mósebók 39:9 Fyrsta Mósebók
Hann hevur ikki meiri at siga her í húsinum enn eg, og hann hevur einki sýtt mær – uttan teg, tí tú ert kona hansara! Hvussu skuldi eg nú kunnað gjørt eina so ónda gerð – og syndað móti Gudi!“
Fyrsta Mósebók 39:10 Fyrsta Mósebók
Og tóat hon dag eftir dag tosaði hetta við Jósef, vildi hann ikki vera henni til vildar í at liggja hjá henni ella hava við hana at gera.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!