avgudadyrkan / avgudadýrkan

29 versir um "avgudadyrkan / avgudadýrkan"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók

Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.

6
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;

6
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók

tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,

6
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók

men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.

6
Jónas 2:8 Jónas

Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum.

4
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!

4
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:21 Fyrra Jóhannesarbrævið

Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!

4
Triðja Mósebók 19:4 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki venda tykkum til avgudarnar og ikki gera tykkum stoyptar gudar. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

3
Esaias 44:9 Esaias

Teir, ið gera útskornar myndir, eru einki allir samlir; kæru gudar teirra eru til onga nyttu, og tey, sum geva teimum vitnisburð, síggja ikki og vita ikki – fyri at tey skulu verða til skammar!

3
Esaias 44:10 Esaias

Hvør hevur gjørt gud og stoypt mynd – til onga nyttu?

3
Esaias 44:11 Esaias

Nei, allir teir, ið halda seg til hana, skulu verða til skammar – og meistararnir eru jú menniskju sjálvir! Lat teir koma saman allar samlar, lat teir stíga fram! Teir skulu ræðast, teir skulu verða til skammar – hvør ein!

3
Esaias 44:12 Esaias

Jarnsmiðurin nýtir meitil sín og arbeiðir við koleld; hann evnar myndina til við homrum og arbeiðir upp á hana við sterka armi sínum; hann verður svangur, meðan hann arbeiðir, og máttleysur; hann drekkur ikki vatn, og verður linur.

3
Esaias 44:13 Esaias

Træsmiðurin strekkir út máliband og merkir fyri við stift, telgir træið til við knívi og merkir fyri við passara; hann ger tað vorðið sum menniskju, sum vakran mann, at standa í húsi.

3
Esaias 44:14 Esaias

Ein fer og høggur sedristrø, tekur steineik og eik og velur sær eitt av trøunum í skóginum; hann plantar furutræ, og regnið ger, at tað veksur.

3
Esaias 44:15 Esaias

Og maðurin nýtir tað til brenni; hann tekur av tí og vermir seg við tí; hann kyndir eisini upp og bakar breyð við tí – og so ger hann eisini gud av tí og tilbiður hann, hann ger útskorna mynd av tí og leggur seg á knæ fyri tí!

3
Esaias 44:16 Esaias

Helvtina av tí brennir hann upp; við ta helvtina steikir hann kjøtið, sum hann skal eta; hann steikir steik og mettar seg; hann vermir seg eisini og sigur: „Á, nú varð eg heitur, eg kenni hitan!“

3
Esaias 44:17 Esaias

– Og av tí, ið eftir er, ger hann gud, útskorna mynd, sum hann leggur seg á knæ fyri og tilbiður, biður til og sigur við: „Frels meg, tú ert Gud mín!“

3
Esaias 44:18 Esaias

– Teir skilja einki, teir fata einki, tí Hann* hevur klínt eygu teirra saman, so teir síggja einki, hert hjarta teirra, so teir skilja einki!

3
Esaias 44:19 Esaias

Hann* leggur sær tað ikki á hjarta, og hann hevur ikki so frægt vit og skil, at hann sigur: „Helvtina av tí havi eg brent; eg havi eisini bakað breyð við gløðurnar; eg havi steikt kjøt og etið – og tað, ið eftir er, skuldi eg gjørt til andstygd,** fyri træspreki skuldi eg lagt meg á knæ!“

3
Esaias 44:20 Esaias

– Tann, ið heldur seg til tað, sum einki er uttan øska, hevur dárað hjarta fingið av leið, so hann bjargar ikki sál síni og sigur: „Tað er jú lygn, hetta, sum eg haldi í høgru hond!“

3
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið

Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!

3
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

3
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

3
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

3
Sálmarnir 16:4 Sálmarnir

Mangar sorgir ráma tey, ið velja sær aðrar*; eg ofri ikki drykkjuoffur teirra av blóði og taki ikki nøvn teirra á varrarnar.

2
Sálmarnir 135:15 Sálmarnir

Avgudar heidninganna eru silvur og gull, handaverk manna;

2
Sálmarnir 135:16 Sálmarnir

teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;

2
Sálmarnir 135:17 Sálmarnir

teir hava oyru, men hoyra ikki, og eingin andadráttur er í munni teirra.

2
Sálmarnir 135:18 Sálmarnir

Sum teir eru, so verða tey, ið gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.

2