avgudadyrkan
25 versir um "avgudadyrkan"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók
Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók
„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók
Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók
Tú mást ikki dríva hor.
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók
Tú mást ikki stjala.
Triðja Mósebók 19:4 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki venda tykkum til avgudarnar og ikki gera tykkum stoyptar gudar. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Triðja Mósebók 26:1 Triðja Mósebók
„Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!
Sálmarnir 115:4 Sálmarnir
Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna;
Sálmarnir 115:5 Sálmarnir
teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
Sálmarnir 115:6 Sálmarnir
teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki;
Sálmarnir 115:7 Sálmarnir
teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum.
Sálmarnir 115:8 Sálmarnir
Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
Fyrra Korintbrævið 10:14 Fyrra Korintbrævið
Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið
Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Varðið tykkum fyri avgudunum!