avfarnar

13 versir um "avfarnar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 5:11 Fyrra Korintbrævið

Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.

4
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda

4
Seinna Jóhannesarbrævið 1:10 Seinna Jóhannesarbrævið

Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan!

4
Seinna Jóhannesarbrævið 1:11 Seinna Jóhannesarbrævið

Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara.

4
Fyrra Kongabók 16:30 Fyrra Kongabók

Akab, sonur Omri, gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, meir enn nakar av teimum, ið undan honum høvdu verið.

2
Fyrra Kongabók 16:31 Fyrra Kongabók

Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann.

2
Fyrra Kongabók 16:32 Fyrra Kongabók

Hann reisti Ba’al altar í ba’alstemplinum, sum hann hevði bygt í Samaria.

2
Fyrra Kongabók 16:33 Fyrra Kongabók

Akab læt eisini gera Asjeru, og hann gjørdi mangt annað, ið vakti vreiði HARRANS Guds Ísraels; hann bar seg verri at enn nakar av kongunum í Ísrael, sum undan honum høvdu verið.

2
Lukas 8:13 Lukas

Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina.

2
Hebrearabrævið 3:12 Hebrearabrævið

– síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi!

2
Hebrearabrævið 12:15 Hebrearabrævið

Síggið til, at eingin víkur frá náði Guds, at eingin beisk rót veksur upp og ger skaða, og mong verða dálkað av henni!

2
Hebrearabrævið 12:16 Hebrearabrævið

Síggið til, at eingin er siðloysingur ella vanheilagur – sum Esau, ið fyri bert eina máltíð seldi frumburðarrætt sín!

2
Hebrearabrævið 12:17 Hebrearabrævið

Tit vita jú, at hann seinni, táið hann vildi arva signingina, varð vrakaður, tóat hann við tárum bað um at fáa hana – hann fann sær onga leið til umvending.

2