avfall

31 versir um "avfall"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Tessalonikabrævið 2:3 Seinna Tessalonikabrævið

Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma, og syndamaðurin stíga fram, fortapingarsonurin,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda

3
Fimta Mósebók 13:6 Fimta Mósebók

Um bróðir tín – sonur móður tína – ella sonur ella dóttir tín, ella konan í favni tínum, ella vinur tín, ið tú elskar sum tína egnu sál – um onkur av teimum í loyndum lokkar teg og sigur: „Lat okkum fara og dýrka aðrar gudar!“ – slíkar, sum tú og fedrar tínir ikki hava kent,

2
Fimta Mósebók 13:7 Fimta Mósebók

gudar fólkanna, ið rundan um tykkum búgva, nær hjá tær ella langt frá tær, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum –

2
Fimta Mósebók 13:8 Fimta Mósebók

tá mást tú ikki eftirlíka tær og ikki lurta eftir honum; tú mást ikki spara, tær má ikki tykjast synd í honum, og tú mást ikki bera í bøtuflaka fyri hann

2
Fimta Mósebók 13:9 Fimta Mósebók

– nei, tú skalt drepa hann, tú skalt sjálvur vera tann fyrsti, ið lyftir hondini móti honum at taka hann av døgum, og síðani skal alt fólkið gera tað sama!

2
Fimta Mósebók 13:10 Fimta Mósebók

Tú skalt steina hann til deyða, aftur fyri at hann royndi at lokka teg til fráfall frá HARRANUM Gudi tínum, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum;

2
Fimta Mósebók 13:11 Fimta Mósebók

og tað skal spyrjast í øllum Ísrael, so at tey óttast, og slík illgerð verður ikki gjørd uppaftur millum tykkara!

2
Matteus 24:10 Matteus

Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.

2
Lukas 8:13 Lukas

Tey í gaddajørð eru tey, sum taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað; men hesi hava ikki rót; tey trúgva eina tíð og falla frá freistingarstundina.

2
Galatiabrævið 1:8 Galatiabrævið

Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!

2
Galatiabrævið 1:9 Galatiabrævið

Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:1 Seinna Timoteusarbrævið

Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:3 Seinna Timoteusarbrævið

kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kærleika til hitt góða,

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:4 Seinna Timoteusarbrævið

svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud;

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:6 Seinna Timoteusarbrævið

Tí til teirra hoyra tey, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, ið knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:7 Seinna Timoteusarbrævið

og læra altíð og kunnu aldri koma at kenna sannleikan.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:8 Seinna Timoteusarbrævið

Sum Jannes og Jambres stóðu Mósesi ímóti, standa eisini hesi sannleikanum ímóti – menniskju, sum eru spilt í sinninum og at vraka, trúnni viðvíkjandi.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:9 Seinna Timoteusarbrævið

Men tey skulu onga framgongd fáa meir; tí vitloysi teirra skal verða øllum opinbert – eins og eisini vitloysi hinna* varð.

2
Hebrearabrævið 3:12 Hebrearabrævið

– síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi!

2
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið

Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,

2
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið

hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,

2
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið

við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.

2
Hebrearabrævið 6:7 Hebrearabrævið

Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.

2
Hebrearabrævið 6:8 Hebrearabrævið

Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend.

2
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið

Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.

2
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið

Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.

2
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið

Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“

2
Seinna Pætursbrævið 3:17 Seinna Pætursbrævið

Táið tit nú vita hetta frammanundan, elskaðu míni, so varðið tykkum, at tit verða ikki rivin við av villu hinna gudleysu og falla úr tykkara egnu føstu støðu,

2