avbjóðing
17 versir um "avbjóðing"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:13 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí, at Hann hevur givið okkum av Anda Sínum, vita vit, at vit verða verandi í Honum, og Hann í okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds – í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
Sigur onkur: „Eg elski Gud“ – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!