ateistar

19 versir um "ateistar"

Versir

Síða 1 av 1
Judasarbrævið 1:22 Judasarbrævið

Talið summi til rættis, tí tey ivast!

5
Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið

Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:24 Seinna Timoteusarbrævið

Tænari Harrans eigur ikki at stríðast, men vera mildur við øll, førur fyri at læra onnur, tolin, táið hann líður ilt.

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:25 Seinna Timoteusarbrævið

Hann skal við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti; kanska Gud tó einaferð unnir teimum umvending, so tey koma at kenna sannleikan

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:26 Seinna Timoteusarbrævið

og kunnu vakna aftur úr snerru Djevulsins; tí av honum eru tey fangað til at gera vilja hansara.

3
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið

Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.

3
Lukas 18:8 Lukas

Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“

2
Jóhannes 13:7 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.“

2
Ápostlasøgan 26:28 Ápostlasøgan

Tá segði Agrippa við Paulus: „Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan!“

2
Ápostlasøgan 26:29 Ápostlasøgan

Paulus svaraði: „Um nú lítið vantar á, ella nógv, so vildi eg ynskt til Gud, at ikki bert tú, men eisini øll, sum hoyra meg í dag, skuldu gjørst slík, sum eg eri – hesar leinkjur undantiknar!“

2
Ápostlasøgan 26:30 Ápostlasøgan

Kongurin reistist nú, og landshøvdingin og Berenike og tey, sum sótu har saman við teimum.

2
Ápostlasøgan 26:31 Ápostlasøgan

Táið tey fóru avstað, tosaðu tey hvørt við annað og søgdu: „Hasin maður ger einki, sum vert er deyða ella leinkjur!“

2
Ápostlasøgan 26:32 Ápostlasøgan

Og Agrippa segði við Festus: „Hasin maður kundi verðið givin leysur, hevði hann ikki skotið mál sítt til keisaran.“

2
Rómverjabrævið 2:14 Rómverjabrævið

Tí táið heidningar – sum ikki hava lóg – av náttúruni gera tað, sum lógin sigur, eru teir, uttan at hava lógina, sær sjálvum lóg;

2
Rómverjabrævið 2:15 Rómverjabrævið

teir vísa jú, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra. Eisini samvitska teirra vitnar, og hugsanirnar sínámillum klaga ella eisini verja hvør aðra

2
Rómverjabrævið 2:16 Rómverjabrævið

– tann dag Gud skal døma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii mínum við Jesusi Kristi.

2
Fyrra Korintbrævið 10:27 Fyrra Korintbrævið

Og býður onkur av hinum vantrúgvandi tykkum inn – og tit vilja fara – so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað.

2
Seinna Korintbrævið 4:4 Seinna Korintbrævið

– har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.

2
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið

Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!

2