ateisma

37 versir um "ateisma"

Versir

Síða 1 av 1
Judasarbrævið 1:22 Judasarbrævið

Talið summi til rættis, tí tey ivast!

7
Sálmarnir 14:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.

6
Efesusbrævið 4:18 Efesusbrævið

Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað.

5
Efesusbrævið 4:19 Efesusbrævið

Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku.

5
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið

Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.

4
Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið

Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið

Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:23 Seinna Timoteusarbrævið

Men sigst undan hinum býttisligu og skilaleysu trætum – tú veitst jú, at tær leiða av sær ófrið!

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:24 Seinna Timoteusarbrævið

Tænari Harrans eigur ikki at stríðast, men vera mildur við øll, førur fyri at læra onnur, tolin, táið hann líður ilt.

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:25 Seinna Timoteusarbrævið

Hann skal við spakføri hava at teimum, sum seta seg ímóti; kanska Gud tó einaferð unnir teimum umvending, so tey koma at kenna sannleikan

3
Seinna Timoteusarbrævið 2:26 Seinna Timoteusarbrævið

og kunnu vakna aftur úr snerru Djevulsins; tí av honum eru tey fangað til at gera vilja hansara.

3
Job 12:7 Job

Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –

2
Job 12:8 Job

ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!

2
Job 12:9 Job

Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,

2
Job 12:10 Job

Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!

2
Job 12:11 Job

Roynir oyrað ikki orð, eins og gómarnir smakka matin!

2
Job 12:12 Job

Eru elli og vísdómur eitt og tað sama, ella langt lív og vit!

2
Job 12:13 Job

Hjá Honum er vísdómur og veldi, hjá Honum er ráð og vit.

2
Job 12:14 Job

Tað, ið Hann rívur niður, verður ikki upp aftur bygt; Hann steingir fyri manni, og upp aftur latið verður ikki.

2
Job 12:15 Job

Hann heldur vatninum aftur, og turkur verður; Hann sleppir tí leysum, og tað oyðir landið.

2
Job 12:16 Job

Hjá Honum er styrki og vísdómur; í valdi Hansara eru bæði tann, ið villist, og tann, ið villleiðir.

2
Job 12:17 Job

Ráðharrar leiðir Hann burtur naknar, og dómarar ger Hann til dárar;

2
Job 12:18 Job

Hann loysir tað, ið kongar bundu, og bindur teimum tog um lendarnar;

2
Job 12:19 Job

prestar leiðir Hann burtur naknar, og koyrir teir umkoll, sum sita fastir í sessi;

2
Job 12:20 Job

Hann ger royndar menn málleysar og tekur vitið frá hinum gomlu;

2
Job 12:21 Job

Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og loysir belti hinna sterku;

2
Job 12:22 Job

Hann grevur hitt loynda fram úr myrkrinum og dregur deyðaskugga fram í ljósið;

2
Job 12:23 Job

Hann letur tjóðirnar nørast, og Hann letur tær ganga til grundar; Hann rúmkar mark tjóðanna, og Hann leiðir tær burt;

2
Job 12:24 Job

Hann tekur vitið frá høvdingum landsins og letur teir sløðra í vegleysari oyðimørk;

2
Job 12:25 Job

teir trilva í myrkri við ongum ljósi, Hann letur teir sløðra sum druknar.“

2
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið

Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:2 Fyrra Timoteusarbrævið

við hykli lygilærara, sum eru brennimerktir í síni egnu samvitsku,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið

sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;

2
Fyrra Timoteusarbrævið 4:5 Fyrra Timoteusarbrævið

tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2