at vitna fyri øðrum
27 versir um "at vitna fyri øðrum"
Versir
Síða 1 av 1Markus 16:15 Markus
Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið
nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta
Jeremias 1:7 Jeremias
Tá segði HARRIN við meg: „Sig ikki: „Eg eri so ungur!“ Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.
Jeremias 1:8 Jeremias
Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! – sigur HARRIN.“
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan
Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“
Matteus 28:18 Matteus
Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“
Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
Kolossibrævið 4:3 Kolossibrævið
Biðið fyri okkum við, at Gud skal lata okkum upp dyr fyri orðinum, til at tala loyndarmál Kristusar, fyri hvørs skuld eg eisini eri í leinkjum –
Kolossibrævið 4:4 Kolossibrævið
at eg kann opinbera tað, so sum eg eigi at tala!
Kolossibrævið 4:5 Kolossibrævið
Umgangist í vísdómi tey, sum uttanfyri eru, og keypið hina lagaligu tíð!
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið
Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!
Sálmarnir 40:9 Sálmarnir
at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!“
Sálmarnir 40:10 Sálmarnir
Í stórari samkomu bar eg boð um rættferð – nei, eg læt ikki varrarnar aftur, tað veitst Tú, HARRI!
Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Seinna Timoteusarbrævið 1:8 Seinna Timoteusarbrævið
Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, fanga Hansara, men líð ilt við evangeliinum í kraft Guds,
Seinna Timoteusarbrævið 1:9 Seinna Timoteusarbrævið
sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,
Seinna Timoteusarbrævið 1:10 Seinna Timoteusarbrævið
men nú er vorðin opinber við opinbering Frelsara okkara Jesu Krists, Hansara, sum gjørdi deyðan til einkis og við evangeliinum førdi fram í ljósið lív og óforgeingiligleika;
Seinna Timoteusarbrævið 1:11 Seinna Timoteusarbrævið
til at boða evangeliið eri eg settur prædikari, ápostul og lærari heidninga.
Seinna Timoteusarbrævið 1:12 Seinna Timoteusarbrævið
Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.
Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.