at vita um framtíðina
20 versir um "at vita um framtíðina"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Orðtøkini 19:21 Orðtøkini
Mangar hugsanir eru í hjarta mansins, men ráð HARRANS er tað, ið fast stendur.
Sálmarnir 139:4 Sálmarnir
Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Fimta Mósebók 18:20 Fimta Mósebók
Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!“
Fimta Mósebók 18:21 Fimta Mósebók
Sigur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?“
Fimta Mósebók 18:22 Fimta Mósebók
– so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Esaias 46:10 Esaias
Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: „Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!“
Esaias 55:8 Esaias
Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur HARRIN.
Jóhannes 16:13 Jóhannes
Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.
Jákupsbrævið 4:13 Jákupsbrævið
Og nú, tit sum siga: „Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!“
Jákupsbrævið 4:14 Jákupsbrævið
– tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.
Jákupsbrævið 4:15 Jákupsbrævið
Í tann stað skuldu tit sagt: „Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!“
Jákupsbrævið 4:16 Jákupsbrævið
Men nú rósa tit tykkum í reypi tykkara. Alt slíkt rós er ónt.
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið
Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.