at vísa presti takksemi

25 versir um "at vísa presti takksemi"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 3:15 Jeremias

Eg skal geva tykkum hirðar eftir hjarta Mínum; teir skulu røkta tykkum við skili og vísdómi.

7
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið

Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!

7
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.

6
Fyrra Tessalonikabrævið 5:12 Fyrra Tessalonikabrævið

Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –

5
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið

setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!

5
Seinna Timoteusarbrævið 4:2 Seinna Timoteusarbrævið

Prædika orðið, ver íðin í tíð og í ótíð, sannfør, revsa, áminn, við øllum langmóði og lærdómi!

3
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið

Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!

3
Fjórða Mósebók 6:24 Fjórða Mósebók

„HARRIN signi teg og varðveiti teg!

2
Fjórða Mósebók 6:25 Fjórða Mósebók

HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!

2
Fjórða Mósebók 6:26 Fjórða Mósebók

HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!““

2
Sálmarnir 37:23 Sálmarnir

HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara;

2
Esaias 52:7 Esaias

Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“

2
Rómverjabrævið 10:14 Rómverjabrævið

Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!

2
Fyrra Korintbrævið 9:14 Fyrra Korintbrævið

Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.

2
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið

Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:1 Fyrra Tessalonikabrævið

Paulus, Silvanus og Timoteus – til samkomu Tessalonikamanna í Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:2 Fyrra Tessalonikabrævið

Vit takka Gudi altíð fyri tykkum øll, táið vit minnast tykkum í bønum okkara.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:3 Fyrra Tessalonikabrævið

Fyri ásjón Guds og Faðirs okkara minnast vit altíð og gloyma aldri verk tykkara í trúnni, arbeiði tykkara í kærleikanum og tolinmóð tykkara í vónini á Harra okkara Jesus Kristus.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:4 Fyrra Tessalonikabrævið

Vit vita jú, at tit eru útvaldir, tit brøður, elskaðir av Gudi.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:5 Fyrra Tessalonikabrævið

Tí evangelium okkara kom ikki bert í orðum til tykkara, nei, í kraft og Heilaga Andanum og við fullari vissu. Tit vita eisini, hvussu atburður okkara var tykkara millum fyri tykkara skuld.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:6 Fyrra Tessalonikabrævið

Og tit gjørdust eftirfylgjarar okkara – ja, eftirfylgjarar Harrans, táið tit, mitt í stórari trongd, tóku móti orðinum við gleði í Heilaga Andanum,

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:7 Fyrra Tessalonikabrævið

so at tit eru vorðnir øllum hinum trúgvandi í Makedonia og Akaia fyridømi.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:8 Fyrra Tessalonikabrævið

Tí frá tykkum hevur orð Harrans ljóðað út; ikki bert í Makedonia og Akaia, nei, allastaðni hevur hoyrst um trúgv tykkara á Gud, so at okkum nýtist einki at siga um tað;

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:9 Fyrra Tessalonikabrævið

tí tey kunngera sjálv um okkum, hvussu vit fingu inngongd hjá tykkum, og hvussu tit vendu tykkum til Gud frá avgudunum, at tæna hinum livandi og sanna Gudi

2
Fyrra Tessalonikabrævið 1:10 Fyrra Tessalonikabrævið

og vænta Son Hansara av Himlunum, sum Hann reisti upp frá hinum deyðu, Jesus, sum frelsir okkum frá vreiðini, ið kemur.

2