at vísa manglandi virðing
11 versir um "at vísa manglandi virðing"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 6:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Øll, sum eru trælir undir oki, skulu halda harrar sínar alla æru verdar, so navn Guds og læran ikki verða spottað.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:2 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum hava trúgvandi harrar, skulu ikki vanvirða teir, fyri tað at teir eru brøður, men tess heldur tæna teimum, við tað at teir, ið njóta gott av góða verki teirra, eru trúgvandi og elskaðir. – Lær hetta og áminn um tað!
Rómverjabrævið 8:9 Rómverjabrævið
Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.
Rómverjabrævið 8:10 Rómverjabrævið
Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin.
Rómverjabrævið 8:11 Rómverjabrævið
Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr.
Rómverjabrævið 8:12 Rómverjabrævið
So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum.
Rómverjabrævið 8:13 Rómverjabrævið
Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva.
Rómverjabrævið 8:14 Rómverjabrævið
So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:16 Rómverjabrævið
Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds.
Efesusbrævið 6:5 Efesusbrævið
Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –