at virða og elska likam títt
6 versir um "at virða og elska likam títt"
Versir
Síða 1 av 1Hásongurin 4:7 Hásongurin
– Tú ert vøkur, øll sum tú ert, elskaða mín, á tær er einki lýti!
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Hásongurin 2:13 Hásongurin
ávøkstur fikutræsins er farin at búnast, víntrøini blóma og breiða út anga sín; reis teg, elskaða mín, tú hin fagra, kom!
Esaias 62:4 Esaias
Tú skalt ikki longur verða kallað „hin vrakaða“, ei heldur skal land títt longur verða kallað „oyðimørk“; nei, tú skalt eita „hon, ið eg havi hug á“, og land títt skal eita „ektakona“ – tí HARRIN hevur hug á tær, og land títt skal verða tikið til ekta.
Fyrsta Mósebók 1:31 Fyrsta Mósebók
Og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt – og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini
Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!