at vinna á vónbroti

63 versir um "at vinna á vónbroti"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 73:23 Sálmarnir

Men eg verði altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína.

2
Sálmarnir 73:24 Sálmarnir

Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd.

2
Sálmarnir 73:25 Sálmarnir

Hvønn havi eg í Himli! Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini.

2
Sálmarnir 73:26 Sálmarnir

Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir.

2
Sálmarnir 73:27 Sálmarnir

Tí tey, ið víkja burt frá Tær, ganga til grundar; Tú strikar út hvønn tann, sum í trúloysi fellur frá Tær.

2
Sálmarnir 73:28 Sálmarnir

Men eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi; eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni.

2
Matteus 6:6 Matteus

Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.

2
Matteus 10:29 Matteus

Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein smápening! Og hvørgin teirra fellur til jarðar, uttan Faðir tykkara vil.

2
Matteus 10:30 Matteus

Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald.

2
Matteus 10:31 Matteus

Verið tí ikki ræddir! Tit eru meiri verdir enn mangir spurvar.

2
Jóhannes 10:10 Jóhannes

Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:13 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.

2