at vinna á vónbroti
63 versir um "at vinna á vónbroti"
Versir
Síða 1 av 2Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Kolossibrævið 3:25 Kolossibrævið
Tí tann, ið ger órætt, skal fáa aftur órættin, ið hann gjørdi, og ikki verður gjørdur mannamunur.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 121:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?
Sálmarnir 121:2 Sálmarnir
Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir
Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir
Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
Sálmarnir 121:5 Sálmarnir
HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;
Sálmarnir 121:6 Sálmarnir
sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;
Sálmarnir 121:7 Sálmarnir
HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.
Sálmarnir 121:8 Sálmarnir
HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.
Esaias 40:28 Esaias
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
Esaias 40:29 Esaias
Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
Esaias 40:30 Esaias
Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Hebrearabrævið 4:14 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina!
Hebrearabrævið 4:15 Hebrearabrævið
Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.
Hebrearabrævið 4:16 Hebrearabrævið
Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!
Sálmarnir 73:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Asaf. Ja, Gud er góður við Ísrael, við tey, ið hava reint hjarta!
Sálmarnir 73:2 Sálmarnir
Men eg – tað var tætt við, at føtur mínir snávaðu; tað vantaði lítið á, at stig míni óku.
Sálmarnir 73:3 Sálmarnir
Tí eg øvundaði hini hugmóðigu, táið eg sá, at teimum gekst væl í gudloysi teirra.
Sálmarnir 73:4 Sálmarnir
Tí tey eru frí fyri mótgang, líka inntil tey doyggja, og lívsmegi teirra er frísk og óskerd.
Sálmarnir 73:5 Sálmarnir
Tey vita ikki av neyð sum onnur fólk, tey verða ikki plágað sum onnur menniskju.
Sálmarnir 73:6 Sálmarnir
Tí er hugmóð hálsprýði teirra, tey sveipa seg í yvirgang sum í kappa.
Sálmarnir 73:7 Sálmarnir
Úr fiti skoða eygu teirra út; hjartans hugsanir teirra ganga út um alt mark.
Sálmarnir 73:8 Sálmarnir
Tey spotta og tosa í óndskapi um yvirgang; hugmóðiga tala tey.
Sálmarnir 73:9 Sálmarnir
Við munninum fara tey upp til himmals, og tunga teirra strýkur um jørðina.
Sálmarnir 73:10 Sálmarnir
Tí vendir fólk teirra sær til teirra, og vatn í yvirflóð súgva tey í seg.
Sálmarnir 73:11 Sálmarnir
Og tey siga: „Hvussu skuldi Gud vitað nakað! Man nakar kunnskapur vera hjá hinum Hægsta!“
Sálmarnir 73:12 Sálmarnir
Ja, so er við hinum gudleysu; altíð eru tey trygg, veldi teirra tekur til.
Sálmarnir 73:13 Sálmarnir
Einki batti, at eg helt hjarta mínum reinum og vaskaði mær um hendurnar í sakloysi.
Sálmarnir 73:14 Sálmarnir
Eg varð kortini plágaður líðilangan dagin, og hvør morgun kom til mín við tykt.
Sálmarnir 73:15 Sálmarnir
Men hevði eg sagt: „Soleiðis skal eg tala!“ so hevði eg verið trúleysur við ætt barna Tína.
Sálmarnir 73:16 Sálmarnir
Táið eg nú grundaði fyri at skilja hetta, tykti tað mær ov svárt
Sálmarnir 73:17 Sálmarnir
– inntil eg fór inn í halgidómar Guds og legði til merkis, hvussu endi teirra verður.
Sálmarnir 73:18 Sálmarnir
Ja, á hálku setur Tú tey, í undirgang stoytir Tú teimum.
Sálmarnir 73:19 Sálmarnir
Hvussu knappliga verða tey ikki oydd, ganga undir og fáa ræðuligan enda!
Sálmarnir 73:20 Sálmarnir
Sum ein roknar dreym fyri einki, táið hann vaknar, so roknar Tú, Harri, tey fyri einki, sum skuggamyndir, táið Tú vaknar!
Sálmarnir 73:21 Sálmarnir
So leingi sum hjarta mítt var beiskt, og tað gnagaði í nýrum mínum,
Sálmarnir 73:22 Sálmarnir
var eg dýr og fataði einki; eg var sum fæ móti Tær.