at vinna á ótta
31 versir um "at vinna á ótta"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!
Sálmarnir 56:3 Sálmarnir
Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær.
Sálmarnir 56:4 Sálmarnir
Men táið ræðsla fellur á meg, líti eg á Teg!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Fimta Mósebók 31:6 Fimta Mósebók
Verið hugreystir og sterkir, óttist ikki og ræðist tey ikki! Tí HARRIN Gud tín kemur sjálvur við tær, Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.“
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 27:3 Sálmarnir
Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
Rómverjabrævið 8:15 Rómverjabrævið
Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!“
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið
Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið
hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.