at vilja hava meira
30 versir um "at vilja hava meira"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Fyrra Timoteusarbrævið 6:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Filippibrævið 4:11 Filippibrævið
– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
Filippibrævið 4:12 Filippibrævið
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Orðtøkini 15:27 Orðtøkini
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
Orðtøkini 23:4 Orðtøkini
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
Orðtøkini 23:5 Orðtøkini
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
Orðtøkini 27:20 Orðtøkini
Deyðaríkið og avgrundin mettast ikki, og eygu menniskjanna mettast heldur ikki.
Orðtøkini 30:8 Orðtøkini
Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm – lat meg eta tilmálda breyð mítt!
Orðtøkini 30:9 Orðtøkini
– so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: „Hvør er HARRIN!“ og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein!
Lukas 3:14 Lukas
Eisini hermenn spurdu hann: „Hvat skulu vit tá gera?“ Hann svaraði teimum: „Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!“
Jákupsbrævið 4:2 Jákupsbrævið
Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki;
Jákupsbrævið 4:3 Jákupsbrævið
tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Orðtøkini 11:24 Orðtøkini
Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
Orðtøkini 28:22 Orðtøkini
Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur – og veit ikki, at trongd fer at koma á hann!
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini
Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
Orðtøkini 30:7 Orðtøkini
Tvær bønir biði eg Teg; sýt mær tær ikki, áðrenn eg doyggi:
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!