at verja trúgv okkara
76 versir um "at verja trúgv okkara"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 17:17 Ápostlasøgan
Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud*, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.
Ápostlasøgan 17:18 Ápostlasøgan
Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: „Hvat er tað, hatta møsnið sigur?“ Men summir søgdu: „Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!“ – av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.
Ápostlasøgan 17:19 Ápostlasøgan
So tóku teir hann, fóru niðan á Areopagus* við honum og søgdu: „Kunnu vit fáa at vita, hvat hetta er fyri nýggj læra, tú boðar?
Ápostlasøgan 17:20 Ápostlasøgan
Tí tað er nakað ókunnigt, tú letur koma okkum fyri oyru; vit vilja tí vita, hvat hetta hevur at týða.“
Ápostlasøgan 17:21 Ápostlasøgan
– Øll í Aten og hini fremmandu, ið har vóru, góvu sær ikki stundir til annað enn at siga ella hoyra nýtt.
Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan
Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan
Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.
Ápostlasøgan 17:24 Ápostlasøgan
Gud, sum hevur gjørt heimin og alt, sum honum er í, Hann, ið er Harri himmals og jarðar, býr ikki í templum, sum gjørd eru við hondum;
Ápostlasøgan 17:25 Ápostlasøgan
Hann verður heldur ikki tæntur av menniskjahondum sum ein, ið nakað tørvar; tí tað er Hann sjálvur, sum gevur øllum lív og anda og alt.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Ápostlasøgan 17:27 Ápostlasøgan
fyri at tey skuldu søkja Gud, um tey tó kundu kenna og finna Hann – tóat Hann er ikki langt frá nøkrum av okkum.
Ápostlasøgan 17:28 Ápostlasøgan
Tí í Honum liva, rørast og eru vit – sum eisini nøkur av skøldum tykkara hava sagt: „Vit eru jú eisini ætt Hansara.“
Ápostlasøgan 17:29 Ápostlasøgan
Táið vit nú eru ætt Guds, mugu vit ikki halda, at Guddómurin er líkur gulli, silvuri ella steini, nøkrum, ið gjørt er av hegni og hugsan manna.
Ápostlasøgan 17:30 Ápostlasøgan
Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.
Ápostlasøgan 17:31 Ápostlasøgan
Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi – við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu.“
Ápostlasøgan 17:32 Ápostlasøgan
– Táið teir hoyrdu um uppreisn hinna deyðu, spottaðu summir; men summir søgdu: „Vit skulu hoyra teg aftur um hetta!“
Ápostlasøgan 17:33 Ápostlasøgan
– Soleiðis skiltist Paulus frá teimum.
Ápostlasøgan 17:34 Ápostlasøgan
Men nakrir menn hildu seg til hansara og komu til trúgv; teirra millum var Dionýsius, limur av areopagusráðnum, kvinna, ið æt Damaris, og nøkur onnur við teimum.
Rómverjabrævið 16:16 Rómverjabrævið
Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið
Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
Rómverjabrævið 16:19 Rómverjabrævið
Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er.
Seinna Tessalonikabrævið 2:15 Seinna Tessalonikabrævið
Standið tí fastir, brøður, og haldið fast við lærdómarnar, ið tit hava fingið frá okkum, veri tað við talu ella brævi!
Fyrra Pætursbrævið 3:16 Fyrra Pætursbrævið
sum tey, ið hava góða samvitsku – so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn.
Fyrra Pætursbrævið 3:17 Fyrra Pætursbrævið
Tí betri er at líða fyri góðan atburð – um so er vilji Guds – enn fyri ringan.
Judasarbrævið 1:3 Judasarbrævið
Tit elskaðu! Táið mær lá nógv á hjarta at skriva til tykkara um felags frelsu okkara, sá eg meg noyddan at skriva til tykkara við áminning um at berjast fyri trúnni, sum eina ferð fyri allar er hinum heilagu givin í hendur.