at verja familjuna

21 versir um "at verja familjuna"

Versir

Síða 1 av 1
Nehemias 4:13 Nehemias

so læt eg fólkið standa á teimum lægstu støðunum aftan fyri múrin, á teimum opnu plássunum; har læt eg teir standa eftir ættum teirra, við svørðum, spjótum og bogum teirra.

26
Nehemias 4:14 Nehemias

Og táið eg hevði kannað teir, steig eg fram og segði við stórmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: „Ikki skulu tit ræðast teir! Minnist Harran, hin stóra og øgiliga, og berjist fyri brøður, synir og døtur tykkara, fyri konur og hús tykkara!“

26
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.

22
Onnur Mósebók 22:2 Onnur Mósebók

Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.

16
Onnur Mósebók 22:3 Onnur Mósebók

Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið.

16
Sálmarnir 144:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,

7
Sálmarnir 144:2 Sálmarnir

miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá, Hann, ið leggur fólkasløg undir meg!

7
Sálmarnir 144:3 Sálmarnir

HARRI, hvat er menniskjað, at Tú kennist við tað, menniskjabarnið, at Tú hugsar um tað!

7
Sálmarnir 144:4 Sálmarnir

Menniskjað er sum andablástur, dagar hansara eru sum hvørvandi skuggi.

7
Sálmarnir 144:5 Sálmarnir

HARRI, lækka Himmal Tín og kom niður, nem við fjøllini, so tey rúka,

7
Sálmarnir 144:6 Sálmarnir

lat snarljósið skyggja og spjað fíggindarnar, send pílar Tínar og ræð teir,

7
Sálmarnir 144:7 Sálmarnir

rætt hond Tína av hæddini, fría meg og frels meg úr stórum vøtnum, av hond útlendinganna,

7
Sálmarnir 144:8 Sálmarnir

sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond!

7
Sálmarnir 144:9 Sálmarnir

Gud, nýggjan song skal eg syngja Tær, lovsyngja Tær við tíggjustreingjahørpu,

7
Sálmarnir 144:10 Sálmarnir

Tú, sum gevur kongum sigur og frelsir tænara Tín Dávid undan hinum ónda svørði.

7
Sálmarnir 144:11 Sálmarnir

Fría meg og frels meg av hond útlendinganna, sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond

7
Sálmarnir 144:12 Sálmarnir

– so synir okkara kunnu verða sum hávaksnar plantur í ungdóminum, døtur okkara sum hornsúlur, høgdar sum til høll,

7
Sálmarnir 144:13 Sálmarnir

so úthús okkara kunnu vera full og geva av øllum sløgum, smáfæ okkara lemba í túsundtali, ja, í tíggjutúsundtali, á markum okkara,

7
Sálmarnir 144:14 Sálmarnir

so kýr okkara kunnu hava kálv, og eingin skaði skal vera, einki tap, og einki sorgarróp á gøtum okkara!

7
Sálmarnir 144:15 Sálmarnir

– Sælt er fólkið, ið so er statt, sælt er fólkið, ið hevur HARRAN til Gud!

7
Lukas 22:36 Lukas

Hann segði við teir: „Men nú – tann, ið hevur pung, taki hann við, somuleiðis tasku, og tann, ið einki svørð hevur, selji kappa sín og keypi sær eitt!

6