at vera yvirtikin av streyminum

45 versir um "at vera yvirtikin av streyminum"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 19:26 Matteus

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“

16
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.

12
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

6
Sálmarnir 118:1 Sálmarnir

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

5
Sálmarnir 118:2 Sálmarnir

Tað sigi Ísrael, tí náði Hansara varir í allar ævir!

5
Sálmarnir 118:3 Sálmarnir

Tað sigi hús Árons, tí náði Hansara varir í allar ævir!

5
Sálmarnir 118:4 Sálmarnir

Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir!

5
Sálmarnir 118:5 Sálmarnir

Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.

5
Sálmarnir 118:6 Sálmarnir

HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!

5
Sálmarnir 118:7 Sálmarnir

HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg.

5
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir

Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;

5
Sálmarnir 118:9 Sálmarnir

betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.

5
Sálmarnir 118:10 Sálmarnir

Allir heidningar kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;

5
Sálmarnir 118:11 Sálmarnir

teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;

5
Sálmarnir 118:12 Sálmarnir

sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður.

5
Sálmarnir 118:13 Sálmarnir

Hart varð eg raktur, fyri at eg skuldi falla; men HARRIN hjálpti mær.

5
Sálmarnir 118:14 Sálmarnir

Styrki og lovsongur mín er HARRIN, og Hann varð mær til frelsu.

5
Sálmarnir 118:15 Sálmarnir

Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk.

5
Sálmarnir 118:16 Sálmarnir

Høgra hond HARRANS setur høgt, høgra hond HARRANS ger stórverk.

5
Sálmarnir 118:17 Sálmarnir

Eg skal ikki doyggja, men liva og bera boð um verk HARRANS.

5
Sálmarnir 118:18 Sálmarnir

Hart tyktaði HARRIN meg, men til deyðan gav Hann meg ikki upp.

5
Esaias 40:31 Esaias

Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!

5
Seinna Korintbrævið 1:8 Seinna Korintbrævið

Tí vit vilja ikki, brøður, at trongdin, ið kom á okkum í Asia, skal vera tykkum ókunnig; hon var ovurhonds tung, meir enn vit vóru mentir at bera, so at vit enntá ikki høvdu mót um lív;

5
Seinna Korintbrævið 1:9 Seinna Korintbrævið

ja, vit høvdu gjørt upp við okkum sjálvar, at vit máttu doyggja, fyri at vit skuldu ikki líta á okkum sjálvar, men á Gud, sum reisir upp hini deyðu.

5
Seinna Korintbrævið 1:10 Seinna Korintbrævið

Og Hann frelsti okkum – og frelsir okkum – úr hesum stóra deyðavanda; til Hansara hava vit sett vón okkara, at Hann eisini hereftir skal frelsa okkum,

5
Seinna Korintbrævið 1:11 Seinna Korintbrævið

við tað at tit við koma okkum til hjálpar við forbøn tykkara. Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst.

5
Sálmarnir 61:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Eftir Dávid.

4
Sálmarnir 61:2 Sálmarnir

Gud, hoyr róp mítt, lurta eftir bøn míni!

4
Sálmarnir 61:3 Sálmarnir

Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. – Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg!

4
Sálmarnir 61:4 Sálmarnir

Tí Tú ert skjól mítt, sterkt torn móti fíggindanum.

4
Sálmarnir 61:5 Sálmarnir

Lat meg í allar ævir búgva í tjaldi Tínum, lat meg finna lívd í veingjaskugga Tínum! – Sela.

4
Sálmarnir 61:6 Sálmarnir

Ja, Tú, Gud, hevur hoyrt lyfti míni, Tú hevur uppfylt ynski teirra, ið óttast navn Títt!

4
Sálmarnir 61:7 Sálmarnir

Tú skalt leggja dagar aftrat døgum kongsins, ár Hansara skulu vara mann eftir mann.

4
Sálmarnir 61:8 Sálmarnir

Hann skal sita í hásæti allar ævir fyri ásjón Guds; set náði og sannleika at varðveita Hann!

4
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

4
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

4
Jákupsbrævið 5:11 Jákupsbrævið

Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur.

4
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

3
Esaias 43:1 Esaias

Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!

3
Esaias 43:2 Esaias

Gongur tú gjøgnum vøtn, eri Eg við tær, gjøgnum streymar, skulu teir ikki leggja yvir teg; gongur tú gjøgnum eld, skalt tú ikki brenna teg, og login skal ikki saka teg.

3
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

3
Sálmarnir 46:10 Sálmarnir

Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.

2
Seinna Timoteusarbrævið 2:4 Seinna Timoteusarbrævið

Eingin, sum er í hertænastu, letur seg fanga av umhugsan fyri hesum lívi; tí hann vil toknast honum, sum tók hann í tænastu.

2
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið

Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.

2