at vera vreiður

32 versir um "at vera vreiður"

Versir

Síða 1 av 1
Efesusbrævið 4:26 Efesusbrævið

Verða tit ill, so syndið ikki, latið ikki sólina seta yvir vreiði tykkara –

10
Efesusbrævið 4:27 Efesusbrævið

og gevið ikki Djevulinum rúm!

10
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið

Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!

8
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið

Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.

8
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

6
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini

Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.

5
Orðtøkini 29:8 Orðtøkini

Spottarar øsa upp staðin, men vísmenn stilla vreiði.

5
Orðtøkini 29:9 Orðtøkini

Táið vísmaður setur at dára, verður dárin illur og flennir; hann fær ikki verið stillur.

5
Orðtøkini 29:10 Orðtøkini

Blóðmenn hata hin lýtaleysa, men rættsintir royna at bjarga lívi hansara.

5
Orðtøkini 29:11 Orðtøkini

Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.

5
Orðtøkini 29:12 Orðtøkini

Táið høvdingin lurtar eftir lygitalu, verða allir tænarar hansara gudleysir.

5
Orðtøkini 29:13 Orðtøkini

Hin fátæki og tann, ið kúgar hann, hittast; HARRIN gevur eygum beggja ljós.

5
Orðtøkini 29:14 Orðtøkini

Tann kongur, sum dømir við rætti tey, ið lítið hava at týða, hásæti hansara stendur í allar ævir.

5
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini

Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.

5
Orðtøkini 29:16 Orðtøkini

Táið gudleys fáa vald, fær syndin vald, men rættvís skulu við gleði síggja fall teirra.

5
Orðtøkini 29:17 Orðtøkini

Tykta son tín, so skal hann verða tær til gleði og lívga sál tína!

5
Orðtøkini 29:18 Orðtøkini

Er eingin profetsjón, villist fólkið av leið, men lukkuligur er tann, ið heldur lógina.

5
Sálmarnir 145:8 Sálmarnir

Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn.

3
Rómverjabrævið 12:14 Rómverjabrævið

Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki!

3
Rómverjabrævið 12:15 Rómverjabrævið

Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!

3
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið

Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!

3
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið

Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!

3
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið

Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!

3
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

3
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið

„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“

3
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið

Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

3
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

3
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

3
Orðtøkini 21:2 Orðtøkini

Allar leiðir mansins eru beinar í hansara egnu eygum; men HARRIN vigar hjørtuni.

2
Orðtøkini 26:20 Orðtøkini

Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur stríð uppat.

2
Prædikarin 7:9 Prædikarin

Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!

2
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

2