at vera vegleiðari
30 versir um "at vera vegleiðari"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 27:17 Orðtøkini
Jarn brýnir jarn, og eitt menniskjað brýnir annað.
Titusarbrævið 2:3 Titusarbrævið
at gamlar kvinnur somuleiðis skulu skikka sær, sum heilagum sømir, ikki baktala, ikki vera trælir av drykki, men lærarar í tí, sum gott er,
Titusarbrævið 2:4 Titusarbrævið
so tær kunnu læra hinar ungu kvinnur at elska menn sínar og børn síni,
Titusarbrævið 2:5 Titusarbrævið
at bera seg sámiliga at, vera reinar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, so orð Guds verður ikki spottað!
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Fyrra Pætursbrævið 5:1 Fyrra Pætursbrævið
Hinar elstu millum tykkara áminni eg – sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal:
Fyrra Pætursbrævið 5:2 Fyrra Pætursbrævið
Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta,
Fyrra Pætursbrævið 5:3 Fyrra Pætursbrævið
heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins
Fyrra Pætursbrævið 5:4 Fyrra Pætursbrævið
– og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.
Fyrra Pætursbrævið 5:5 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.
Sálmarnir 145:4 Sálmarnir
Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
Seinna Timoteusarbrævið 2:2 Seinna Timoteusarbrævið
Tað, sum tú hevur hoyrt meg tala fyri mongum vitnum, fá trúføstum monnum tað í hendur, sum eru førir fyri aftur at læra onnur!
Sálmarnir 71:18 Sálmarnir
Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.
Orðtøkini 9:9 Orðtøkini
Lær hin vísa, so verður hann enn vísari! Lær hin rættvísa, so gongur hann fram í lærdómi!
Orðtøkini 13:20 Orðtøkini
Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.
Fimta Mósebók 6:4 Fimta Mósebók
Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.
Fimta Mósebók 6:5 Fimta Mósebók
Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.
Fimta Mósebók 6:6 Fimta Mósebók
Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum;
Fimta Mósebók 6:7 Fimta Mósebók
tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp;
Fimta Mósebók 6:8 Fimta Mósebók
tú skalt binda tær tey sum tekin á hondina, og tey skulu vera tær sum minnisseðil á pannuni;
Fimta Mósebók 6:9 Fimta Mósebók
tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á portur tíni.
Sálmarnir 119:130 Sálmarnir
Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.
Orðtøkini 1:5 Orðtøkini
Við at lurta eftir teimum eykar hin vísi um lærdóm sín, og hin vitigi lærir at liva rætt.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Fyrra Korintbrævið 11:1 Fyrra Korintbrævið
Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:8 Fyrra Tessalonikabrævið
so var tað okkum, av hjartans kærleika til tykkara, gleði at geva tykkum, ikki bert evangelium Guds, men okkara egna lív við; tí tit vóru vorðnir okkum kærir.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:12 Fyrra Timoteusarbrævið
Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
Hebrearabrævið 13:7 Hebrearabrævið
Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!
Fyrra Pætursbrævið 5:6 Fyrra Pætursbrævið
Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.