at vera tystur

24 versir um "at vera tystur"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 4:14 Jóhannes

Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.“

10
Esaias 44:3 Esaias

Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra lendi; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt,

5
Jóhannes 7:37 Jóhannes

Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!

5
Matteus 25:35 Matteus

Tí Eg var svangur, og tit góvu Mær at eta; Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka; Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti Mær;

4
Jóhannes 19:28 Jóhannes

Síðani, við tað at Jesus visti, at nú var alt fullgjørt, fyri at skriftin skuldi ganga út, segði Hann: „Eg tysti.“

4
Opinberingin 22:17 Opinberingin

Andin og brúðurin siga: „Kom!“ Tann, ið hoyrir, sigi: „Kom!“ Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!“

4
Sálmarnir 63:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann var í Judaoyðimørk.

3
Sálmarnir 42:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Songur. Eftir synir Kora.

2
Sálmarnir 42:2 Sálmarnir

Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud!

2
Sálmarnir 42:3 Sálmarnir

Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds?

2
Sálmarnir 42:4 Sálmarnir

Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: „Hvar er Gud tín!“

2
Sálmarnir 42:5 Sálmarnir

Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi – í hátíðarskaranum.

2
Sálmarnir 42:6 Sálmarnir

Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara!

2
Sálmarnir 42:7 Sálmarnir

Gud mín! Sál mín er niðurboygd í mær, tí minnist eg Teg, úr Jordanslandi og av Hermonshæddum, av Lítla Fjalli.

2
Sálmarnir 42:8 Sálmarnir

Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna; alt brim Títt og allar bylgjur Tínar leggja yvir meg.

2
Sálmarnir 42:9 Sálmarnir

Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns.

2
Sálmarnir 42:10 Sálmarnir

– Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?

2
Sálmarnir 42:11 Sálmarnir

Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: „Hvar er Gud tín!“

2
Esaias 49:10 Esaias

Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skal saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum.

2
Matteus 5:6 Matteus

Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.

2
Jóhannes 7:38 Jóhannes

Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.“

2
Jóhannes 19:29 Jóhannes

Har stóð ílat fult av ediki; teir settu tá svamp fullan av ediki á isopslegg og hildu hann at munni Hansara.

2
Opinberingin 7:16 Opinberingin

Tey skulu ikki hungra aftur, ei heldur tysta aftur; ei heldur skal sólin ella nakar hiti brenna tey.

2
Opinberingin 7:17 Opinberingin

Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.“

2