at vera tú sjálvur

23 versir um "at vera tú sjálvur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“

14
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir

Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.

10
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir

Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.

10
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir

Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.

10
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

9
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið

Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,

6
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið

men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

6
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;

5
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

4
Orðtøkini 16:3 Orðtøkini

Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!

3
Jeremias 29:11 Jeremias

Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.

3
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið

Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,

3
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið

ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,

3
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók

So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.

2
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

2
Matteus 5:5 Matteus

Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.

2
Matteus 5:6 Matteus

Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.

2
Matteus 5:7 Matteus

Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.

2
Matteus 5:8 Matteus

Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.

2
Matteus 5:9 Matteus

Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.

2
Matteus 5:10 Matteus

Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Seinna Tessalonikabrævið 1:11 Seinna Tessalonikabrævið

Tí biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Gud okkara skal rokna tykkum kalli Sínum verd og við kraft fylla tykkum við øllum hugi til hitt góða og til verk trúarinnar,

2
Seinna Tessalonikabrævið 1:12 Seinna Tessalonikabrævið

fyri at navn Harra okkara Jesusar kann dýrmetast í tykkum, og tit í Honum, eftir náði Guds okkara og Harrans Jesu Krists.

2