at vera tryggur
9 versir um "at vera tryggur"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Filippibrævið 1:6 Filippibrævið
Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Judasarbrævið 1:24 Judasarbrævið
Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði,
Rómverjabrævið 8:30 Rómverjabrævið
Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við.
Seinna Korintbrævið 5:8 Seinna Korintbrævið
Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Filippibrævið 3:10 Filippibrævið
Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara
Seinna Timoteusarbrævið 1:12 Seinna Timoteusarbrævið
Tí líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað, tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.