at vera trúgvur
71 versir um "at vera trúgvur"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 7:41 Ápostlasøgan
Teir gjørdu kálv á teimum døgum og bóru fram offur til avgudin, og teir gleddust yvir handaverk síni.
Ápostlasøgan 7:42 Ápostlasøgan
Tá vendi Gud Sær frá teimum og gav tey yvir til at dýrka her himmalsins – sum skrivað er í bók profetanna: „Mundu tit, hús Ísraels, bera Mær fram sláturoffur og onnur offur 40 ár í oyðimørkini!
Ápostlasøgan 7:43 Ápostlasøgan
Nei, tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds – myndirnar, ið tit gjørdu tykkum at tilbiðja. Tí skal Eg flyta tykkum burtur, longur enn til Bábylon.“
Ápostlasøgan 7:44 Ápostlasøgan
Fedrar okkara høvdu í oyðimørkini vitnisburðartjaldið, soleiðis sum Hann, ið talaði við Móses, gav honum boð um at gera tað eftir fyrimyndini, ið hann hevði sæð.
Ápostlasøgan 7:45 Ápostlasøgan
Hetta tóku fedrar okkara í arv og fluttu tað við Josva inn í landið, sum heidningarnir áttu, ið Gud rak burtur frá ásjón fedra okkara – líka til dagar Dávids.
Ápostlasøgan 7:46 Ápostlasøgan
Hann fann náði hjá Gudi og bað um, at hann skuldi finna Gudi Jákups bústað.
Ápostlasøgan 7:47 Ápostlasøgan
Men Sálomon bygdi Honum hús.
Ápostlasøgan 7:48 Ápostlasøgan
Tó, hin Hægsti býr ikki í húsum, ið gjørd eru við hondum – sum profeturin sigur:
Ápostlasøgan 7:49 Ápostlasøgan
„Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín; hvat hús ætla tit at byggja Mær! – sigur Harrin – og hvar er staðið, ið Eg skal hvíla á!
Ápostlasøgan 7:50 Ápostlasøgan
Hevur ikki hond Mín gjørt alt hetta!“
Ápostlasøgan 7:51 Ápostlasøgan
Hørðu hálsar tykkara við óumskornum hjørtum og oyrum! Tit standa altíð Heilaga Andanum ímóti; so gjørdu fedrar tykkara, og so gera tit!
Ápostlasøgan 7:52 Ápostlasøgan
Hvør av profetunum varð ikki atsøktur av fedrum tykkara! Teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu, at hin rættvísi skuldi koma, og Hann hava tit nú svikið og myrt –
Ápostlasøgan 7:53 Ápostlasøgan
tit, sum fingu lógina, givna við einglum, men hava ikki hildið hana!“
Ápostlasøgan 7:54 Ápostlasøgan
Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjørtuni, og teir gríslaðu tenn móti honum.
Ápostlasøgan 7:55 Ápostlasøgan
Men hann var fullur av Heilaga Andanum og hugdi alla tíðina upp til Himmals. Og hann sá dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds.
Ápostlasøgan 7:56 Ápostlasøgan
Hann segði: „Nú síggi eg Himlarnar opnar og Menniskjasonin standa við høgru hond Guds!“
Ápostlasøgan 7:57 Ápostlasøgan
Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir sum ein á hann,
Ápostlasøgan 7:58 Ápostlasøgan
koyrdu hann út úr staðnum og steinaðu hann. Vitnini løgdu klæðini frá sær við føturnar á ungum manni, ið æt Saul.
Ápostlasøgan 7:59 Ápostlasøgan
So steinaðu teir Stefanus; men hann bað og segði: „Harri Jesus, tak móti anda mínum!“
Ápostlasøgan 7:60 Ápostlasøgan
Og hann fall á knæ og rópti hart: „Harri, lat teir ikki gjalda hesa synd!“ Táið hann hetta hevði sagt, sovnaði hann.
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.