at vera støðugur

42 versir um "at vera støðugur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 15:58 Fyrra Korintbrævið

Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!

12
Prædikarin 9:10 Prædikarin

Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.

5
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið

Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.

5
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.

5
Sálmarnir 61:3 Sálmarnir

Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. – Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg!

4
Jóhannes 16:33 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“

4
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!

4
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.

3
Sálmarnir 136:1 Sálmarnir

Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 136:2 Sálmarnir

Takkið Gudi gudanna, tí náði Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 136:3 Sálmarnir

Takkið Harra harranna, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:4 Sálmarnir

Honum, hinum einasta, sum ger undur, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:5 Sálmarnir

Honum, sum gjørdi himmalin við viti, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:6 Sálmarnir

Honum, sum breiddi út jørðina á vøtnini, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:7 Sálmarnir

Honum, sum gjørdi hini stóru ljósini, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:8 Sálmarnir

sólina at ráða um dagin, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:9 Sálmarnir

mánan og stjørnurnar at ráða um náttina, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:10 Sálmarnir

Honum, sum sló Egyptar í frumbornu teirra, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:11 Sálmarnir

og leiddi Ísrael út haðani, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:12 Sálmarnir

við sterkari hond og útrættum armi, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:13 Sálmarnir

Honum, sum kleyv Reyðahav, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:14 Sálmarnir

og læt Ísrael ganga mitt ígjøgnum tað, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:15 Sálmarnir

men koyrdi Farao og her hansara út í Reyðahav, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:16 Sálmarnir

Honum, sum leiddi fólk Sítt í oyðimørkini, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:17 Sálmarnir

Honum, sum feldi stórar kongar, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:18 Sálmarnir

og drap veldigar kongar, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:19 Sálmarnir

Sihon amoritakong, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:20 Sálmarnir

og Og, kongin í Basan, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:21 Sálmarnir

og gav land teirra í arv, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:22 Sálmarnir

gav Ísrael, tænara Sínum, tað í arv, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:23 Sálmarnir

Honum, sum mintist okkum, táið vit lógu lágt, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:24 Sálmarnir

og reiv okkum úr fíggindavaldi, tí náði Hansara varir í allar ævir;

2
Sálmarnir 136:25 Sálmarnir

Honum, sum gevur øllum, ið livir, breyð, tí náði Hansara varir í allar ævir!

2
Sálmarnir 136:26 Sálmarnir

– Takkið Gudi Himmalsins, tí náði Hansara varir í allar ævir!

2
Matteus 10:28 Matteus

Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!

2
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

2
Kolossibrævið 2:8 Kolossibrævið

Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, eftir arvalæru manna, eftir barnalærdómi heimsins og ikki eftir Kristusi!

2
Titusarbrævið 3:5 Titusarbrævið

frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,

2
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið

Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;

2
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

2