at verða skeivt dømdur
35 versir um "at verða skeivt dømdur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 4:3 Fyrra Korintbrævið
Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli – ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur.
Fyrra Korintbrævið 4:4 Fyrra Korintbrævið
Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin.
Fyrra Korintbrævið 4:5 Fyrra Korintbrævið
Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna – og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.
Jóhannes 7:24 Jóhannes
Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!“
Jákupsbrævið 4:11 Jákupsbrævið
Baktalið ikki hvør annan, brøður! Tann, ið baktalar bróður sín ella dømir bróður sín, baktalar lógina og dømir lógina. Og dømir tú lógina, so ert tú ikki gerari lógarinnar, men dómari hennara.
Jákupsbrævið 4:12 Jákupsbrævið
Ein er lóggevarin og dómarin, Hann, sum er mentur at frelsa og oyða; men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!
Sálmarnir 139:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg!
Sálmarnir 139:2 Sálmarnir
Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg.
Sálmarnir 139:3 Sálmarnir
Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla.
Sálmarnir 139:4 Sálmarnir
Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!
Sálmarnir 139:5 Sálmarnir
Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg.
Sálmarnir 139:6 Sálmarnir
At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur.
Sálmarnir 139:7 Sálmarnir
Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!
Sálmarnir 139:8 Sálmarnir
Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;
Sálmarnir 139:9 Sálmarnir
taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,
Sálmarnir 139:10 Sálmarnir
so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.
Sálmarnir 139:11 Sálmarnir
Og sigi eg: „Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!“
Sálmarnir 139:12 Sálmarnir
so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Sálmarnir 139:17 Sálmarnir
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Sálmarnir 139:18 Sálmarnir
Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!
Sálmarnir 139:19 Sálmarnir
Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! – Tit blóðmenn, víkið frá mær! –
Sálmarnir 139:20 Sálmarnir
teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir!
Sálmarnir 139:21 Sálmarnir
Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær!
Sálmarnir 139:22 Sálmarnir
– Við sterkasta hatri hati eg teir, teir eru fíggindar mínir við!
Sálmarnir 139:23 Sálmarnir
Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar!
Sálmarnir 139:24 Sálmarnir
Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!
Jóhannes 6:27 Jóhannes
Arbeiðið ikki fyri matin, sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív, tann, sum Menniskjasonurin skal geva tykkum! Tí Hann hevur Faðirin, Gud sjálvur, innsiglað.“
Rómverjabrævið 8:6 Rómverjabrævið
Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.
Rómverjabrævið 8:7 Rómverjabrævið
Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað;
Rómverjabrævið 8:8 Rómverjabrævið
og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.
Rómverjabrævið 14:4 Rómverjabrævið
Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann – men hann skal verða standandi, tí Harrin er mentur at lata hann standa!