at vera óvitandi

56 versir um "at vera óvitandi"

Versir

Síða 2 av 2
Orðtøkini 19:25 Orðtøkini

Slá spottaran – so verður hin fávitskuti klókur! Hav at hinum vitiga, so fær hann kunnskap!

6
Orðtøkini 19:26 Orðtøkini

Tann, ið fer illa við faðir sínum og koyrir móður sína út, er ringur, skammleysur sonur.

6
Orðtøkini 19:27 Orðtøkini

Sonur mín! Halt uppat at lurta eftir áminning – so villist tú burt frá orðum kunnskapar!

6
Orðtøkini 19:28 Orðtøkini

Gudleyst vitni spottar tað, ið rætt er; muður gudleysra gloypir órætti.

6
Orðtøkini 19:29 Orðtøkini

Sløg eru spottaranum til reiðar, høgg ryggi dárans.

6
Dániel 1:17 Dániel

Hesum fýra unglingum gav Gud at kenna og skilja alskyns bókmentir og vísdóm; Dániel dugdi eisini at skilja alskyns sjónir og dreymar.

6