at vera órógvaður
46 versir um "at vera órógvaður"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Lukas 10:38 Lukas
Meðan teir nú ferðaðust, kom Hann til eina bygd; og kvinna, sum æt Marta, tók ímóti Honum í húsi sínum.
Lukas 10:39 Lukas
Hon hevði systur, ið æt Maria; hon setti seg við føtur Harrans at lurta eftir tí, sum Hann segði.
Lukas 10:40 Lukas
Men Marta stríddist og gjørdi sær nógvan ómak fyri Honum. Hon kom tá yvir og segði: „Harri, hugsar Tú ikki um tað, at systir letur meg vera einsamalla um at tæna Tær? Sig tó við hana, at hon skal hjálpa mær!“
Lukas 10:41 Lukas
Men Harrin svaraði henni: „Marta, Marta! Tú gert tær stríð og órógv av mongum;
Lukas 10:42 Lukas
men eitt er fyri neyðini. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.“
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Fyrra Korintbrævið 7:35 Fyrra Korintbrævið
Hetta sigi eg til tykkara egna gagn, ikki fyri at seta snerru fyri tykkum, men fyri at fremja tað, sum sømiligt er: At tit óhindrað halda fast við Harran.
Jákupsbrævið 1:21 Jákupsbrævið
Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Fyrra Kongabók 13:4 Fyrra Kongabók
Táið Jeroboam kongur hoyrdi orðini, ið gudsmaðurin rópti móti altarinum í Betel, rætti hann út hondina frá altarinum og segði: „Takið hann!“ Men hondin, ið hann rætti út móti honum, visnaði, so hann fekk ikki tikið hana at sær aftur.
Fyrra Kongabók 13:5 Fyrra Kongabók
Og altarið rivnaði, og øskan stoyttist niður av altarinum; hetta var tekinið, ið gudsmaðurin eftir boði HARRANS hevði kunngjørt.
Fyrra Kongabók 13:6 Fyrra Kongabók
Tá tók kongurin til orða og segði við gudsmannin: „Bøna HARRAN Gud tín og bið fyri mær, at eg skal fáa tikið hondina at mær aftur!“ Gudsmaðurin bønaði nú HARRAN, og kongurin fekk tikið hondina at sær aftur – hon varð, sum hon hevði verið áður.
Fyrra Kongabók 13:7 Fyrra Kongabók
Nú segði kongurin við gudsmannin: „Kom heim við mær og fá okkurt at styrkja teg við, og loyv mær at geva tær eina gávu!“
Fyrra Kongabók 13:8 Fyrra Kongabók
Men gudsmaðurin svaraði konginum: „Um tú so gavst mær hálvt hús títt, kom eg kortini ikki heim við tær; á hesum staði vil eg hvørki eta ella drekka!
Fyrra Kongabók 13:9 Fyrra Kongabók
Tí hetta boð havi eg fingið við orði HARRANS: „Tú mást hvørki eta ella drekka,* og tú skalt ikki fara heimaftur, somu leið sum tú komst.““
Fyrra Kongabók 13:10 Fyrra Kongabók
Síðani fór hann burtur ein annan veg – hann fór ikki avstað aftur, somu leið sum hann var komin til Betel.
Fyrra Kongabók 13:11 Fyrra Kongabók
Nú búði í Betel gamal profetur; sonur hansara kom og segði honum alt tað, ið gudsmaðurin hevði gjørt í Betel henda dagin, og orðini, ið hann hevði talað við kongin. Táið teir* høvdu sagt faðir sínum hetta,
Fyrra Kongabók 13:12 Fyrra Kongabók
spurdi hann teir: „Hvønn veg fór hann?“ – Tí synir hansara høvdu sæð, hvørja leið hann var farin, gudsmaðurin, ið komin var úr Juda.
Fyrra Kongabók 13:13 Fyrra Kongabók
Tá segði hann við synir sínar: „Saðlið mær eslið!“ Teir saðlaðu honum nú eslið, og hann setti seg á tað
Fyrra Kongabók 13:14 Fyrra Kongabók
og reið avstað aftan á gudsmanninum. Hann hitti hann sitandi undir eini eik, og hann spurdi hann: „Ert tú gudsmaðurin, ið komin er úr Juda?“ Hann svaraði: „Ja, tað eri eg!“
Fyrra Kongabók 13:15 Fyrra Kongabók
Tá segði hann við hann: „Kom til hús við mær og fá tær ein bita at eta!“
Fyrra Kongabók 13:16 Fyrra Kongabók
Men hann svaraði: „Eg kann ikki venda aftur við tær og koma heim við tær; eg vil hvørki eta ella drekka við tær á hesum staði.
Fyrra Kongabók 13:17 Fyrra Kongabók
Tí orð kom til mín frá HARRANUM: „Tú mást hvørki eta ella drekka har, og tú mást ikki fara avstað aftur, somu leið sum tú komst.““
Fyrra Kongabók 13:18 Fyrra Kongabók
Tá segði hann við hann: „Eg eri profetur við, eins og tú, og eingil hevur við orði HARRANS sagt við meg: „Fá hann aftur við tær, heim til tín, so hann kann fáa sær at eta og drekka!““ – Men hetta leyg hann fyri honum.
Fyrra Kongabók 13:19 Fyrra Kongabók
So vendi hann tá aftur við honum og át og drakk heima hjá honum.
Fyrra Kongabók 13:20 Fyrra Kongabók
Men meðan teir sótu við borðið, kom orð HARRANS til profetin, ið hevði fingið hann aftur við sær,
Fyrra Kongabók 13:21 Fyrra Kongabók
og hann rópti til gudsmannin, ið komin var úr Juda: „So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú vart orði HARRANS ólýðin og heltst ikki boðið, ið HARRIN Gud tín gav tær,
Fyrra Kongabók 13:22 Fyrra Kongabók
men vendi aftur og átst og drakst á tí staði, ið Hann hevði sagt við teg um: „Har mást tú hvørki eta ella drekka!“ so skal lík títt ikki koma í grøv fedra tína!“
Fyrra Kongabók 13:23 Fyrra Kongabók
Táið hann nú hevði etið og drukkið, saðlaði hann honum eslið – profetinum, ið hann hevði fingið aftur við sær.
Fyrra Kongabók 13:24 Fyrra Kongabók
Hann fór so avstað; men á vegnum kom leyva ímóti honum og drap hann; lík hansara lá slongt har á vegnum, og eslið stóð hjá tí; eisini leyvan stóð har hjá líkinum.
Fyrra Kongabók 13:25 Fyrra Kongabók
Nakrir menn komu nú framvið; teir sóu líkið, ið lá slongt har á vegnum, og leyvuna, ið stóð hjá líkinum; táið teir komu til býin, har sum hin gamli profeturin búði, søgdu teir hetta har.
Fyrra Kongabók 13:26 Fyrra Kongabók
Táið profeturin, ið hevði fingið hann aftur av leið hansara, hoyrdi hetta, segði hann: „Tað er gudsmaðurin, ið var orði HARRANS ólýðin; HARRIN hevur afturfyri latið leyvuna fáa fatur á honum, so hon hevur skrætt hann sundur og dripið hann, eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við hann.“
Fyrra Kongabók 13:27 Fyrra Kongabók
Síðani segði hann við synir sínar: „Saðlið mær eslið!“ Táið teir so høvdu saðlað tað,
Fyrra Kongabók 13:28 Fyrra Kongabók
fór hann avstað og fann lík hansara liggjandi slongt har á vegnum og eslið og leyvuna standandi hjá líkinum; leyvan hevði hvørki etið líkið ella skrætt eslið sundur.
Fyrra Kongabók 13:29 Fyrra Kongabók
Profeturin tók nú lík gudsmansins upp, legði tað á eslið og fór heimaftur við tí; og hesin gamli profeturin fór inn í bý sín at halda syrgihátíð eftir hann og jarða hann.
Fyrra Kongabók 13:30 Fyrra Kongabók
Hann legði lík hansara í sína egnu grøv, og tey hildu syrgihátíð eftir hann og róptu: „Á bróðir mín!“
Fyrra Kongabók 13:31 Fyrra Kongabók
Táið hann nú hevði jarðað hann, segði hann við synir sínar: „Táið eg doyggi, skulu tit jarða meg í grøvini, sum gudsmaðurin er jarðaður í; tit skulu leggja bein míni hjá beinum hansara.
Fyrra Kongabók 13:32 Fyrra Kongabók
Tí orðið skal ganga út, sum hann eftir boði HARRANS rópti móti altarinum í Betel og móti øllum halgidómum offurheyggjanna í býum Samaria.“
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Fyrra Korintbrævið 7:32 Fyrra Korintbrævið
og eg vildi, at tit kundu sloppið frá at stúrt. Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum;
Seinna Korintbrævið 11:3 Seinna Korintbrævið
Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi.