at vera lætt at koma til
5 versir um "at vera lætt at koma til"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 2:1 Filippibrævið
Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn,
Filippibrævið 2:2 Filippibrævið
so gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan,
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið
Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!