at vera ljós
15 versir um "at vera ljós"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 5:14 Matteus
Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.
Matteus 5:15 Matteus
Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.
Matteus 5:16 Matteus
Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Jóhannes 8:12 Jóhannes
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.“
Ápostlasøgan 13:47 Ápostlasøgan
Tí so er boð Harrans til okkara: „Eg havi sett Teg heidningum til ljós, so Tú skalt vera frelsa líka at enda jarðarinnar!““
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Lukas 8:16 Lukas
Eingin, ið tendrar ljós, fjalir tað undir ílati ella setur tað undir song; nei, hann setur tað í ljósastaka, fyri at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt frá Honum og kunngera tykkum, at Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum.
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Orðtøkini 6:23 Orðtøkini
Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins.
Esaias 42:6 Esaias
Eg, HARRIN, havi kallað Teg í rættferð og tikið fast í hond Tína; Eg skal vera vernd Tín og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, til ljós fyri heidningar,
Jóhannes 1:5 Jóhannes
Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki.
Filippibrævið 2:15 Filippibrævið
so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum
Filippibrævið 2:16 Filippibrævið
og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar – at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis.