at verða lítilsvirdaður

29 versir um "at verða lítilsvirdaður"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 10:14 Matteus

Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!

19
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!

6
Sálmarnir 37:2 Sálmarnir

Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey.

6
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir

Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!

6
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir

Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!

6
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir

Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!

6
Sálmarnir 37:6 Sálmarnir

Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.

6
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir

Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!

6
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir

Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!

6
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir

Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.

6
Matteus 7:6 Matteus

Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!

6
Hoseas 4:6 Hoseas

Fólk Mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; aftur fyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki Eg teg – tú skalt ikki tæna Mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal Eg eisini gloyma børn tíni.

5
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

4
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

4
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

4
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

4
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

4
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

4
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

4
Jóhannes 16:16 Jóhannes

Lítla stund, so síggja tit Meg ikki longur, og aftur lítla stund, so skulu tit síggja Meg!“

4
Sálmarnir 54:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid.

2
Sálmarnir 54:2 Sálmarnir

Táið Zifitar komu og søgdu við Saul: „Dávid krógvar seg har hjá okkum!“

2
Sálmarnir 54:3 Sálmarnir

Gud, frels meg við navni Tínum, og fá mær rætt við kraft Tíni!

2
Sálmarnir 54:4 Sálmarnir

Gud, hoyr bøn mína, lurta eftir orðunum av munni mínum!

2
Sálmarnir 54:5 Sálmarnir

Tí fremmandir hava reist seg móti mær, yvirgangskroppar liggja mær eftir lívinum – teir hava ikki Gud fyri eyga! – Sela.

2
Sálmarnir 54:6 Sálmarnir

Men Gud er hjálpari mín, Harrin er tann, ið heldur lívi mínum uppi!

2
Sálmarnir 54:7 Sálmarnir

Hitt illa skal falla aftur á fíggindar mínar – oyð teir í trúfesti Tíni!

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2