at vera í parlagi

35 versir um "at vera í parlagi"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini

Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!

8
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini

Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.

8
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini

Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!

8
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini

So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.

8
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!

8
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini

Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.

8
Orðtøkini 3:7 Orðtøkini

Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum!

8
Orðtøkini 3:8 Orðtøkini

Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni.

8
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini

Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!

8
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini

So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.

8
Orðtøkini 3:11 Orðtøkini

Sonur mín! Virð ikki lítið tykt HARRANS, og ver ikki ótolin, táið Hann revsar teg!

8
Orðtøkini 3:12 Orðtøkini

Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur.

8
Orðtøkini 3:13 Orðtøkini

Sælur er tann, ið hevur funnið vísdóm, sælt er tað menniskja, ið vinnur sær vit.

8
Orðtøkini 3:14 Orðtøkini

Tí betri er at vinna vísdóm enn at vinna silvur, og vinningurin, ið hann gevur, er betri enn gull.

8
Orðtøkini 3:15 Orðtøkini

Hann er dýrabarari enn perlur, og av øllum dýrgripum tínum er eingin sum hann.

8
Orðtøkini 3:16 Orðtøkini

Langt lív hevur hann í høgru hond, ríkdóm og heiður í vinstru.

8
Orðtøkini 3:17 Orðtøkini

Vegir hansara eru lívsælir vegir, og allar gøtur hansara eru lukka.

8
Orðtøkini 3:18 Orðtøkini

Hann er teimum lívsins træ, sum grípa hann, og lukkuligur tann, ið ikki sleppir honum!

8
Orðtøkini 3:19 Orðtøkini

Við vísdómi hevur HARRIN grundfest jørðina; við viti hevur Hann bygt himmalin.

8
Orðtøkini 3:20 Orðtøkini

Við kunnskapi Hansara streymaðu hini djúpu vøtn fram, og við honum lata skýggini døgg dryppa niður.

8
Orðtøkini 3:21 Orðtøkini

– Sonur mín! Lat ikki vísdóm og klókskap víkja frá eygum tínum, gev teimum gætur!

8
Orðtøkini 3:22 Orðtøkini

So skulu tey vera sál tíni lív og hálsi tínum prýði.

8
Orðtøkini 3:23 Orðtøkini

Tá skalt tú trygt ganga leið tína og ikki sláa fótin ímóti.

8
Orðtøkini 3:24 Orðtøkini

Táið tú legst, skalt tú ikki óttast, og táið tú ert lagstur, skal svøvnur tín vera søtur.

8
Orðtøkini 3:25 Orðtøkini

Tá nýtist tær ikki at óttast fyri bráðari ræðslu ella fyri ódnini, táið hon brestur á yvir hinum gudleysu.

8
Orðtøkini 3:26 Orðtøkini

Tí HARRIN skal vera álit títt, og Hann skal varða fót tín frá snerruni.

8
Orðtøkini 3:27 Orðtøkini

Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!

8
Orðtøkini 3:28 Orðtøkini

Sig ikki við næsta tín: „Far, og kom aftur! Eg skal geva tær í morgin!“ – táið tú fært gjørt tað alt fyri eitt!

8
Orðtøkini 3:29 Orðtøkini

Legg ikki upp ónd ráð móti næsta tínum, táið hann heldur seg búgva tryggan hjá tær!

8
Orðtøkini 3:30 Orðtøkini

Kjakast ongan við uttan grund, táið hann einki ilt hevur gjørt tær!

8
Orðtøkini 3:31 Orðtøkini

Øvunda ikki yvirgangskropp, og vel onga av øllum leiðum hansara!

8
Orðtøkini 3:32 Orðtøkini

Tí hin falski er HARRANUM andstygd, men hini sannhjartaðu eru næstu vinir Hansara.

8
Orðtøkini 3:33 Orðtøkini

Í húsi hins gudleysa er bann HARRANS, men bústað rættvísra signar Hann.

8
Orðtøkini 3:34 Orðtøkini

Spottarar spottar Hann, men eyðmjúkum gevur Hann náði.

8
Orðtøkini 3:35 Orðtøkini

Hini vísu arva heiður, men dárarnir fáa skomm í løn.

8