at vera hermaður
9 versir um "at vera hermaður"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 2:4 Seinna Timoteusarbrævið
Eingin, sum er í hertænastu, letur seg fanga av umhugsan fyri hesum lívi; tí hann vil toknast honum, sum tók hann í tænastu.
Sálmarnir 18:39 Sálmarnir
Eg slái teir niður, so teir eru ikki mentir at reisa seg, men liggja falnir undir fótum mínum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Seinna Timoteusarbrævið 2:3 Seinna Timoteusarbrævið
Líð ilt við mær sum góður hermaður Krists Jesusar!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Fyrra Pætursbrævið 1:13 Fyrra Pætursbrævið
Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists!
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.