at vera heilur
8 versir um "at vera heilur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 5:23 Fyrra Tessalonikabrævið
Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists!
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Jóhannes 15:16 Jóhannes
Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Sálmarnir 73:26 Sálmarnir
Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.