at vera heilagur
15 versir um "at vera heilagur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 1:16 Fyrra Pætursbrævið
tí skrivað er: „Tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.“
Triðja Mósebók 11:44 Triðja Mósebók
Tí Eg eri HARRIN Gud tykkara, og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí Eg eri heilagur – dálkið tykkum ikki av nøkrum av teimum skriðdýrum, ið á jørðini skríða!
Fyrra Pætursbrævið 1:15 Fyrra Pætursbrævið
Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heilag í øllum atburði tykkara;
Triðja Mósebók 19:2 Triðja Mósebók
„Tala við alla samkomu Ísraelsmanna og sig við tey: „Tit skulu vera heilag; tí Eg, HARRIN Gud tykkara, eri heilagur!
Triðja Mósebók 11:45 Triðja Mósebók
Tí Eg eri HARRIN, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara; og tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.
Esaias 6:3 Esaias
Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“
Hebrearabrævið 12:14 Hebrearabrævið
Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!
Triðja Mósebók 1:2 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið onkur av tykkum vil bera HARRANUM fram offur av fænum, kann hann taka offur sítt annaðhvørt av neytunum ella av smáfænum.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Filippibrævið 4:4 Filippibrævið
Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!
Filippibrævið 4:5 Filippibrævið
Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Filippibrævið 4:9 Filippibrævið
Tað, sum tit eisini hava lært og tikið við og hoyrt og sæð hjá mær – gerið tað, so skal Gud friðarins vera við tykkum!