at vera fátækur

25 versir um "at vera fátækur"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 2:5 Jákupsbrævið

Hoyrið, elskaðu brøður mínir: Hevur ikki Gud útvalt tey, sum eru heiminum fátæk, til at vera rík í trúnni og arvingar ríkisins, ið Hann hevur lovað teimum, sum elska Hann!

10
Sálmarnir 34:6 Sálmarnir

Tey hugdu upp til Hansara – og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.

9
Job 29:12 Job

Tí eg bjargaði hinum arma, ið rópti um hjálp, hinum faðirleysa, ið ongan hjálparmann hevði.

6
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir

Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.

6
Orðtøkini 21:13 Orðtøkini

Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.

5
Orðtøkini 22:16 Orðtøkini

At kúga hin fátæka er bert at nøra um góðs hansara; at geva hinum ríka voldir honum bert tap.

5
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

5
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók

Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;

4
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók

nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.

4
Orðtøkini 14:31 Orðtøkini

Tann, sum kúgar hin arma, háðar skapara hansara, men tann, sum tykist synd í hinum fátæka, ærir skaparan.

4
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini

Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.

4
Matteus 5:3 Matteus

„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.

4
Markus 10:21 Markus

Tá hugdi Jesus upp á hann, fekk kærleika til hansara og segði við hann: „Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

4
Lukas 6:31 Lukas

Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum.

4
Job 27:16 Job

Táið hann dungar saman silvur sum sand og savnar sær klæði sum leir,

2
Job 27:17 Job

so verða tað hini rættvísu, ið klæða seg við tí, sum hann hevur savnað, og silvurið skulu sakleysir býta.

2
Orðtøkini 13:22 Orðtøkini

Hin góði letur barnabørnum arv eftir seg, men góðs syndarans er goymt hinum rættvísa.

2
Prædikarin 2:26 Prædikarin

Tí tað menniskja, sum gott er í eygum Hansara, tí gevur Hann vísdóm, kunnskap og gleði; men syndaranum gevur Hann – tann ómak at sanka og savna, so at ein, sum góður er í eygum Guds, kann fáa tað! – Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.

2
Ezekiel 16:49 Ezekiel

Hetta var misbrot Sodoma, systur tínar: Hugmóð; ov mikið av breyði og tryggan frið høvdu hon og døtur hennara; men hinum arma og fátæka rætti hon ikki hondina;

2
Ezekiel 16:50 Ezekiel

tær vórðu hástórar og gjørdu tað, ið viðurstyggiligt var fyri ásjón Míni, og Eg beindi tær burt, táið Eg sá tað.

2
Matteus 7:12 Matteus

Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.

2
Matteus 19:21 Matteus

Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

2
Ápostlasøgan 4:34 Ápostlasøgan

Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,

2
Ápostlasøgan 4:35 Ápostlasøgan

og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.

2
Seinna Korintbrævið 8:9 Seinna Korintbrævið

Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.

2