at vera eyðmjúkur
19 versir um "at vera eyðmjúkur"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Jákupsbrævið 4:6 Jákupsbrævið
Tí sigur skriftin: „Gud stendur hinum stoltu ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði.“
Fyrra Pætursbrævið 5:6 Fyrra Pætursbrævið
Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
Orðtøkini 11:2 Orðtøkini
Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.
Orðtøkini 22:4 Orðtøkini
Løn fyri spakføri og ótta HARRANS er ríkidømi, heiður og lív.
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Matteus 23:12 Matteus
Tann, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið
Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!
Filippibrævið 2:6 Filippibrævið
Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds;
Filippibrævið 2:7 Filippibrævið
nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið
Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið
og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Jákupsbrævið 4:10 Jákupsbrævið
Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, so skal Hann seta tykkum høgt!
Fyrra Pætursbrævið 5:5 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.