at vera errin
108 versir um "at vera errin"
Versir
Síða 2 av 3Matteus 18:34 Matteus
Og harri hansara varð illur og læt hann bøðlunum í hendur, inntil hann rindaði alt, ið hann skyldaði honum.
Matteus 18:35 Matteus
Soleiðis skal eisini himmalski Faðir Mín gera við tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva, ein og hvør bróður sínum.“
Jóhannes 5:1 Jóhannes
Eftir hetta kom ein høgtíð Jødanna, og Jesus fór niðan til Jerusalem.
Jóhannes 5:2 Jóhannes
Við Seyðaportur í Jerusalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda og hevur fimm súlugongir.
Jóhannes 5:3 Jóhannes
Í teimum lá mongd av sjúkum: Blind, lamin, visin, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi órógvast.
Jóhannes 5:4 Jóhannes
Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði.)*
Jóhannes 5:5 Jóhannes
Nú var har maður, sum hevði verið sjúkur í 38 ár.
Jóhannes 5:6 Jóhannes
Táið Jesus sá hann liggja har, og visti, at hann longu hevði ligið sjúkur í langa tíð, segði Hann við hann: „Vilt tú verða frískur?“
Jóhannes 5:7 Jóhannes
Hin sjúki svaraði Honum: „Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær!“
Jóhannes 5:8 Jóhannes
Jesus segði við hann: „Reis teg, tak song tína og gakk!“
Jóhannes 5:9 Jóhannes
Alt fyri eitt varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men hesin dagur var sabbatur.
Jóhannes 5:10 Jóhannes
Jødarnir søgdu tí við hann, ið grøddur var: „Tað er sabbatur – tað er tær ikki loyviligt at bera songina!“
Jóhannes 5:11 Jóhannes
Hann svaraði teimum: „Hann, sum gjørdi meg frískan, segði við meg: „Tak song tína og gakk!““
Jóhannes 5:12 Jóhannes
Teir spurdu hann: „Hvør var tann maður, sum segði við teg: „Tak song tína og gakk“?“
Jóhannes 5:13 Jóhannes
Men hann, ið grøddur var, visti ikki, hvør tað var; tí Jesus hevði slept Sær burtur, við tað at har var nógv fólk.
Jóhannes 5:14 Jóhannes
Seinni hitti Jesus hann í templinum, og Hann segði við hann: „Tú ert vorðin frískur; synda ikki longur, so ikki okkurt verri kemur á teg!“
Jóhannes 5:15 Jóhannes
Maðurin fór nú avstað og segði Jødunum, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan.
Jóhannes 5:16 Jóhannes
Tí lógu Jødarnir eftir Jesusi – tí Hann hevði gjørt hetta sabbat.
Jóhannes 5:17 Jóhannes
Men Jesus svaraði teimum: „Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við.“
Jóhannes 5:18 Jóhannes
Tí lógu Jødarnir Honum enn meiri eftir lívinum, tí Hann ikki bert breyt sabbatin, men eisini kallaði Gud Faðir Sín og gjørdi Seg sjálvan Gudi líkan.
Jóhannes 5:19 Jóhannes
Jesus tók tí til orða og segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis.
Jóhannes 5:20 Jóhannes
Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger; og Hann skal lata Hann síggja størri verk enn hesi, so tit skulu undrast.
Jóhannes 5:21 Jóhannes
Tí eins og Faðirin reisir upp deyð og ger livandi, so ger eisini Sonurin livandi, hvønn Hann vil.
Jóhannes 5:22 Jóhannes
Faðirin dømir heldur ikki nakran, men hevur givið Syninum allan dómin,
Jóhannes 5:23 Jóhannes
fyri at øll skulu æra Sonin, eins og tey æra Faðirin. Tann, ið ikki ærir Sonin, ærir ikki Faðirin, sum hevur sent Hann.
Jóhannes 5:24 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.
Jóhannes 5:25 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann tími kemur – og hann er nú – táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.
Jóhannes 5:26 Jóhannes
Tí eins og Faðirin hevur lív í Sær sjálvum, so hevur Hann eisini givið Syninum at hava lív í Sær sjálvum.
Jóhannes 5:27 Jóhannes
Og Hann hevur givið Honum vald at halda dóm, við tað at Hann er Menniskjasonur.
Jóhannes 5:28 Jóhannes
Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara.
Jóhannes 5:29 Jóhannes
Og tey skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.
Jóhannes 5:30 Jóhannes
Eg kann einki gera av Mær sjálvum; so sum Eg hoyri, dømi Eg; og dómur Mín er rættvísur, tí Eg søki ikki vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.
Jóhannes 5:31 Jóhannes
Vitni Eg um Meg sjálvan, er vitnisburður Mín ikki sannur.
Jóhannes 5:32 Jóhannes
Ein annar er, sum vitnar um Meg, og Eg veit, at vitnisburðurin, ið Hann vitnar um Meg, er sannur.
Jóhannes 5:33 Jóhannes
Tit hava sent boð til Jóhannes, og hann hevur givið sannleikanum vitnisburð.
Jóhannes 5:34 Jóhannes
Tó, Eg taki ikki vitnisburð frá menniskja, men Eg sigi hetta, fyri at tit skulu verða frelst.
Jóhannes 5:35 Jóhannes
Hann var hitt brennandi og skínandi ljós, og stutta tíð vildu tit gleðast í ljósi hansara.
Jóhannes 5:36 Jóhannes
Men Eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn tann, ið Jóhannes bar; tí verkini, ið Faðirin hevur givið Mær at fullføra – júst hesi verk, ið Eg geri – vitna um Meg, at Faðirin hevur sent Meg.
Jóhannes 5:37 Jóhannes
Faðirin, sum sendi Meg, hevur vitnað um Meg; tit hava aldri hoyrt rødd Hansara, ei heldur sæð, hvussu Hann sær út.
Jóhannes 5:38 Jóhannes
Og orð Hansara hava tit ikki verandi í tykkum; tí Honum, sum Hann hevur sent, trúgva tit ikki.
Jóhannes 5:39 Jóhannes
Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg.
Jóhannes 5:40 Jóhannes
Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív.
Jóhannes 5:41 Jóhannes
Eg taki ikki við heiðuri frá menniskjum;
Jóhannes 5:42 Jóhannes
men Eg kenni tykkum, at tit hava ikki kærleika Guds í tykkum.
Jóhannes 5:43 Jóhannes
Eg eri komin í navni Faðirs Míns, og tit taka ikki ímóti Mær; kemur ein annar í sínum egna navni, honum fara tit at taka ímóti.
Jóhannes 5:44 Jóhannes
Hvussu kunnu tit trúgva, tit, sum taka við heiðuri hvør frá øðrum – og heiðurin, ið er frá hinum eina Gudi, søkja tit ikki!
Jóhannes 5:45 Jóhannes
Hugsið ikki, at Eg fari at klaga tykkum fyri Faðirinum! Ein er, sum klagar tykkum, Móses, hann, ið tit hava bygt vón tykkara á.
Jóhannes 5:46 Jóhannes
Tí trúðu tit Mósesi, so høvdu tit trúð Mær – tað er jú um Meg, hann hevur skrivað.
Jóhannes 5:47 Jóhannes
Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum Mínum!“
Rómverjabrævið 10:9 Rómverjabrævið
Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.