at vera eitt gott vitni

12 versir um "at vera eitt gott vitni"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

6
Markus 16:15 Markus

Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!

3
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið

Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!

3
Kolossibrævið 3:17 Kolossibrævið

Alt, sum tit gera í orði ella verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum!

3
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

2
Ápostlasøgan 1:8 Ápostlasøgan

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.“

2
Ápostlasøgan 22:15 Ápostlasøgan

Tí tú skalt vera Honum vitni fyri øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt.

2
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið

Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.

2
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;

2
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið

Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!

2
Fyrra Korintbrævið 7:23 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt – verðið ikki menniskjatrælir!

2
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið

Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!

2