at vera ein maður Guds

58 versir um "at vera ein maður Guds"

Versir

Síða 2 av 2
Sálmarnir 63:4 Sálmarnir

Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær.

2
Sálmarnir 63:5 Sálmarnir

Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar.

2
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið

Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

2
Jákupsbrævið 2:8 Jákupsbrævið

Vissuliga – uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan“ – so gera tit væl.

2