at vera ein maður Guds
58 versir um "at vera ein maður Guds"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Timoteusarbrævið 6:11 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri!
Fyrra Korintbrævið 16:13 Fyrra Korintbrævið
Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið
Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið
ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið
ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Rómverjabrævið 12:14 Rómverjabrævið
Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki!
Rómverjabrævið 12:15 Rómverjabrævið
Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Orðtøkini 5:1 Orðtøkini
Sonur mín! Lurta eftir vísdómi mínum, legg oyrað til vit mítt,
Orðtøkini 5:2 Orðtøkini
so tú kanst goyma klók ráð, og varrar tínar kunnu varða kunnskap!
Orðtøkini 5:3 Orðtøkini
Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara;
Orðtøkini 5:4 Orðtøkini
men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss sum tvíeggjað svørð.
Orðtøkini 5:5 Orðtøkini
Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið.
Orðtøkini 5:6 Orðtøkini
Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí.
Orðtøkini 5:7 Orðtøkini
So lurta nú eftir mær, sonur mín, vík ikki frá orðum muns míns!
Orðtøkini 5:8 Orðtøkini
Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara,
Orðtøkini 5:9 Orðtøkini
so tú kemur ikki at geva øðrum prýði títt, grummum harra ár tíni,
Orðtøkini 5:10 Orðtøkini
so fremmand skulu ikki verða mettað av ogn tíni, og vinningur tín skal ikki enda í húsi fremmandamans,
Orðtøkini 5:11 Orðtøkini
og tú ikki verða gripin av iðran, táið av tornar, táið likam títt og hold títt tærist burtur,
Orðtøkini 5:12 Orðtøkini
og siga: „Hvussu bar tað til, at eg hataði tykt, og at hjarta mítt virdi lítið um revsing?
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 14:1 Jóhannes
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Fyrra Kongabók 2:2 Fyrra Kongabók
„Eg fari nú tann veg, ið alt hold fer; men ver tú sterkur og lat síggjast, at tú ert maður!
Fyrra Kongabók 2:3 Fyrra Kongabók
Og akta eftir tí, sum HARRIN Gud tín vil hava teg at akta eftir, so tú gongur leiðir Hansara og heldur fyriskipanir, boð, lógir og vitnisburðir Hansara, soleiðis sum skrivað er í Móselóg! Tá verður tú vísur maður í øllum, sum tú gert, og hvar ið tú so vendir tær,
Fyrra Kongabók 2:4 Fyrra Kongabók
og tá skal HARRIN uppfylla orð Sítt, tað, sum Hann talaði um meg, táið Hann segði: „So satt sum synir tínir akta væl eftir leið síni, so teir liva í trúskapi fyri ásjón Míni, av øllum hjarta sínum og allari sál síni, so skal“ – segði Hann – „aldri saknast ein av eftirkomarum tínum í hásæti Ísraels.“
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Sálmarnir 63:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann var í Judaoyðimørk.
Sálmarnir 63:2 Sálmarnir
Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn!
Sálmarnir 63:3 Sálmarnir
Soleiðis havi eg hugt eftir Tær í halgidóminum fyri at síggja veldi Títt og dýrd Tína.