at verða brendur

36 versir um "at verða brendur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“

6
Amos 2:1 Amos

So sigur HARRIN: Aftur fyri at Móab trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir brendu til kálk beinini í edomskongi –

4
Fyrsta Mósebók 23:19 Fyrsta Mósebók

Síðani jarðaði Ábraham Sáru, konu sína, í hellinum Makpelamark, beint yvir av Mamre, tað er Hebron, í Kána’anslandi.

3
Josva 7:25 Josva

Og Josva segði: „Hví hevur tú komið okkum í vanlukku? Í dag skal HARRIN koma tær í vanlukku!“ So steinaði alt Ísrael hann, og teir brendu og steinaðu tey.*

3
Fyrra Sámuelsbók 31:12 Fyrra Sámuelsbók

fóru allir vápnaførir menn avstað, gingu alla náttina, tóku kroppar Sauls og sona hansara niður av múrinum í Bet-San, høvdu teir við sær til Jabes og brendu teir har.

3
Dániel 12:2 Dániel

Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.

3
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið

Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.

3
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið

sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.

3
Seinna Kongabók 23:17 Seinna Kongabók

So segði hann: „Hvat er hatta fyri gravsteinur, ið eg síggi har yviri?“ Menninir í býnum svaraðu: „Hatta er grøv gudsmansins, sum kom úr Juda og rópti móti altarinum í Betel, at tað skuldi henda, sum tú nú hevur gjørt.“

2
Seinna Kongabók 23:18 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Latið hann hvíla í friði, eingin má nema bein hansara!“ Teir lótu so bein hansara vera í friði, og somuleiðis bein profetsins, ið komin var úr Samaria.

2
Seinna Kongabók 23:19 Seinna Kongabók

Eisini øll offurhúsini á heyggjunum í býum Samaria, tey, sum ísraelskongar høvdu reist – til at vekja vreiði HARRANS – fekk Josias burtur og gjørdi við tey, á allan hátt sum hann hevði gjørt í Betel.

2
Seinna Kongabók 23:20 Seinna Kongabók

Allar heyggjaprestarnar, ið har vóru, læt hann drepa á altarunum, og hann brendi menniskjabein á teimum. So fór hann aftur til Jerusalem.

2
Seinna Kongabók 23:21 Seinna Kongabók

Síðani gav kongurin øllum fólkinum hetta boð: „Haldið HARRANUM Gudi tykkara páskir, soleiðis sum skrivað er her í sáttmálabókini!“

2
Seinna Kongabók 23:22 Seinna Kongabók

– Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar, síðani ta tíðina ið dómararnir dømdu í Ísrael, ikki alla ta tíð, ið kongar høvdu verið í Ísrael og Juda;

2
Seinna Kongabók 23:23 Seinna Kongabók

men átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, vórðu í Jerusalem hesar páskir hildnar HARRANUM.

2
Seinna Kongabók 23:24 Seinna Kongabók

Josias oyddi eisini tey, sum manaðu deyð, og spámenninar, húsgudarnar, avgudarnar og allar viðurstygdirnar, ið høvdu verið at sæð í Judalandi og Jerusalem – tí hann vildi halda lógorðini, sum skrivað vóru í bókini, ið Hilkia prestur hevði funnið í húsi HARRANS.

2
Seinna Krønikubók 16:13 Seinna Krønikubók

So legðist Asa til hvíldar hjá fedrum sínum; hann doyði, fyrsta og fjørutiunda árið ið hann sat við stýrið.

2
Seinna Krønikubók 16:14 Seinna Krønikubók

Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út í Dávidsstaði; hann varð lagdur á legu, sum var fylt við ymiskum sløgum av kryddurtum, ið vóru gjørdar til sum salvubland. Og ógvuligt bál varð brent, honum til heiður.

2
Job 34:14 Job

Hevði Hann hugsað bert um Seg sjálvan og drigið anda og andadrátt Sín til Sín aftur,

2
Job 34:15 Job

so gekk alt livandi til grundar í senn, og menniskjað varð mold aftur.

2
Prædikarin 3:20 Prædikarin

Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.

2
Prædikarin 12:7 Prædikarin

– og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann!

2
Matteus 27:60 Matteus

og legði tað í nýggju grøv sína, sum hann hevði latið høgga inn í klettin, velti stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað.

2
Matteus 27:61 Matteus

Men Maria Magdalena og hin Maria vóru har; tær sótu beint yvir av grøvini.

2
Matteus 27:62 Matteus

Dagin eftir – dagin eftir tilreiðingardagin – savnaðust høvuðsprestarnir og Fariseararnir hjá Pilatusi

2
Matteus 27:63 Matteus

og søgdu: „Harri! Okkum kemur í hug, at hasin villleiðari segði, meðan Hann enn livdi: „Eftir tríggjar dagar rísi Eg upp!“

2
Matteus 27:64 Matteus

Gev tí boð um, at væl skal haldast vakt yvir grøvini til triðja dagin, so lærisveinar Hansara koma ikki og stjala Hann og siga so fyri fólki, at Hann er risin upp frá hinum deyðu – og so seinna villleiðingin verður verri enn fyrra!“

2
Matteus 27:65 Matteus

Pilatus svaraði teimum: „Har hava tit vakt! Farið avstað og haldið vakt yvir grøvini, sum best tit kunnu!“

2
Matteus 27:66 Matteus

So fóru teir avstað og hildu væl vakt yvir grøvini við vaktini, eftir at teir høvdu innsiglað steinin.

2
Markus 13:27 Markus

Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins.

2
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið

Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.

2
Seinna Korintbrævið 5:2 Seinna Korintbrævið

Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara,

2
Seinna Korintbrævið 5:3 Seinna Korintbrævið

so satt vit tá – sum íklædd – ikki skulu finnast nakin.

2
Seinna Korintbrævið 5:4 Seinna Korintbrævið

Ja, vit, sum í hesum tjaldi eru, suffa og eru tyngd; tí vit vilja ikki verða úrlatin, men yvirklædd, fyri at hitt deyðiliga kann verða uppslúkt av lívinum.

2
Seinna Korintbrævið 5:5 Seinna Korintbrævið

Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud, Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant.

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:16 Fyrra Tessalonikabrævið

Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;

2