at vera bangin

137 versir um "at vera bangin"

Versir

Síða 2 av 3
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

4
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

4
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

4
Matteus 7:28 Matteus

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;

4
Matteus 7:29 Matteus

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.

4
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.

4
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir

Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.

3
Esaias 41:10 Esaias

– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!

3
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið

Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“

3
Opinberingin 1:8 Opinberingin

Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.

3
Fimta Mósebók 8:1 Fimta Mósebók

„Øll boðini, ið eg í dag áleggi tær, skulu tit akta væl eftir at halda; so skulu tit liva og verða mong í tali og koma inn í landið, sum HARRIN við eiði hevur lovað fedrum tykkara, og taka tað í ogn.

2
Fimta Mósebók 8:2 Fimta Mósebók

Tú skalt minnast allan vegin, ið HARRIN Gud tín hevur leitt teg hesi fjøruti ár í oyðimørkini – fyri at eyðmýkja teg og royna teg og fyri at vita, hvat í hjarta tínum var, um tú fórt at halda boð Hansara ella ikki.

2
Fimta Mósebók 8:3 Fimta Mósebók

Ja, Hann eyðmýkti teg og læt teg svølta, og Hann gav tær manna at eta, føði, sum hvørki tú ella fedrar tínir kendu – so tú skuldi vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men at menniskjað livir av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS.

2
Fimta Mósebók 8:4 Fimta Mósebók

Klæði tíni slitust ikki av kroppi tínum, og føtur tínir hovnaðu ikki, hesi fjøruti ár.

2
Fimta Mósebók 8:5 Fimta Mósebók

Tí skalt tú vita og taka tær at hjarta, at eins og maður uppfostrar son sín, so uppfostrar HARRIN Gud tín teg.

2
Fimta Mósebók 8:6 Fimta Mósebók

– Og halt boð HARRANS Guds tíns, so tú gongur leiðir Hansara og óttast Hann!

2
Fimta Mósebók 8:7 Fimta Mósebók

Táið nú HARRIN Gud tín leiðir teg inn í gott land, land við løkjum, keldum og djúpum vøtnum, sum springa upp í dølunum og á fjøllunum,

2
Fimta Mósebók 8:8 Fimta Mósebók

land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,

2
Fimta Mósebók 8:9 Fimta Mósebók

land, har tú ikki í armóð skalt eta breyð títt, har tær einki skal fattast, land, har steinarnir eru jarn, og har tú kanst høgga kopar úr fjøllunum,

2
Fimta Mósebók 8:10 Fimta Mósebók

og tú so etur teg mettan og lovar HARRANUM Gudi tínum fyri hitt góða land, ið Hann hevur givið tær –

2
Fimta Mósebók 8:11 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú gloymir ikki HARRAN Gud tín, so tú aktar ikki eftir boðum, fyriskipanum og lógum Hansara, sum eg í dag áleggi tær!

2
Fimta Mósebók 8:12 Fimta Mósebók

Ja, varða teg, at tú ikki, táið tú etur teg mettan og byggir tær góð hús og býrt í teimum,

2
Fimta Mósebók 8:13 Fimta Mósebók

táið neyt tíni og smáfæ títt nørast, silvur og gull títt verður meiri og meiri, og øll ogn tín veksur

2
Fimta Mósebók 8:14 Fimta Mósebók

– at hjarta títt tá ikki verður hugmóðigt, so tú gloymir HARRAN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum,

2
Fimta Mósebók 8:15 Fimta Mósebók

Hann, sum leiddi teg í hini stóru, ræðuligu oyðimørk, millum eiturormar og skorpiónir og á vatnleysum turrlendi, Hann, sum læt vatn renna til tín út úr hinum harða kletti,

2
Fimta Mósebók 8:16 Fimta Mósebók

Hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, føði, sum fedrar tínir kendu ikki – fyri at eyðmýkja teg og royna teg – og so til endan gera væl við teg!

2
Fimta Mósebók 8:17 Fimta Mósebók

Sig tá ikki í hjartanum: „Tað er máttur mín og sterka hond mín, ið hevur vunnið mær alt hetta ríkidømi!“

2
Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók

Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.

2
Fimta Mósebók 8:19 Fimta Mósebók

Men gloymir tú HARRAN Gud tín og heldur teg til aðrar gudar og dýrkar og tilbiður teir – so vitni eg í dag fyri tykkum, at tit skulu vissuliga ganga til grundar.

2
Fimta Mósebók 8:20 Fimta Mósebók

Eins og heidningarnir, ið HARRIN letur ganga til grundar fyri tykkum, so skulu eisini tit ganga til grundar, aftur fyri at tit hoyrdu ikki rødd HARRANS Guds tykkara!“

2
Sálmarnir 25:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!

2
Sálmarnir 25:2 Sálmarnir

Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!

2
Sálmarnir 25:3 Sálmarnir

Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.

2
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir

Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,

2
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir

leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.

2
Sálmarnir 25:6 Sálmarnir

HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!

2
Sálmarnir 25:7 Sálmarnir

Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!

2
Sálmarnir 25:8 Sálmarnir

Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.

2
Sálmarnir 25:9 Sálmarnir

Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.

2
Sálmarnir 25:10 Sálmarnir

Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.

2
Sálmarnir 25:11 Sálmarnir

Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!

2
Sálmarnir 25:12 Sálmarnir

Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.

2
Sálmarnir 25:13 Sálmarnir

Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.

2
Sálmarnir 25:14 Sálmarnir

Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.

2
Sálmarnir 25:15 Sálmarnir

Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.

2
Sálmarnir 25:16 Sálmarnir

Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!

2
Sálmarnir 25:17 Sálmarnir

Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!

2
Sálmarnir 25:18 Sálmarnir

Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!

2
Sálmarnir 25:19 Sálmarnir

Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!

2
Sálmarnir 25:20 Sálmarnir

Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!

2