at vera andaliga vaktur
43 versir um "at vera andaliga vaktur"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Efesusbrævið 5:14 Efesusbrævið
Tí sigur skriftin: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“
Matteus 24:42 Matteus
Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.
Fyrra Pætursbrævið 1:13 Fyrra Pætursbrævið
Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists!
Lukas 21:34 Lukas
Men varðið tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so hin dagur kemur á tykkum óvart!
Kolossibrævið 4:2 Kolossibrævið
Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:6 Fyrra Tessalonikabrævið
Latið okkum tí ikki sova sum hini, nei, latið okkum vakja og vera edrúar!
Opinberingin 16:15 Opinberingin
– Hygg, Eg komi sum tjóvur! Sælur er tann, ið vakir og varðveitir klæði síni, so at hann kemur ikki at ganga nakin, og skomm hansara verður sædd.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:1 Fyrra Tessalonikabrævið
Um tíð og tíma, brøður, nýtist tykkum ikki, at skrivað verður til tykkara.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:2 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:3 Fyrra Tessalonikabrævið
Táið tey siga: „Friður og eingin vandi!“ – tá kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:4 Fyrra Tessalonikabrævið
Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:5 Fyrra Tessalonikabrævið
Tit eru jú allir børn ljósins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:7 Fyrra Tessalonikabrævið
Tey, sum sova, sova jú um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:8 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit, ið hoyra deginum til – latið okkum vera edrú, ílatin brynju trúarinnar og kærleikans, og vón frelsunnar sum hjálm!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:9 Fyrra Tessalonikabrævið
Gud hevur jú ikki ætlað okkum til vreiði, men til at vinna frelsu við Harra okkara Jesusi Kristi,
Fyrra Tessalonikabrævið 5:10 Fyrra Tessalonikabrævið
sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vakja ella sova, skulu liva saman við Honum.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:12 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit biðja tykkum, brøður, virða teir, ið arbeiða millum tykkara og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum –
Fyrra Tessalonikabrævið 5:13 Fyrra Tessalonikabrævið
setið teir í kærleika ógvuliga høgt fyri verk teirra! Haldið frið hvør við annan!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Vit áminna tykkum, brøður: Ávarið tey, sum illa skikka sær, troystið hini mótfalnu, takið tykkum av hinum veiku, verið tolnir við øll!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:15 Fyrra Tessalonikabrævið
Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum – nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:16 Fyrra Tessalonikabrævið
Verið altíð glaðir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:19 Fyrra Tessalonikabrævið
Sløkkið ikki Andan!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:20 Fyrra Tessalonikabrævið
Vanvirðið ikki profetiska talu –
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið
nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:22 Fyrra Tessalonikabrævið
Haldið tykkum frá øllum illum, hvussu tað so sær út!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:23 Fyrra Tessalonikabrævið
Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:24 Fyrra Tessalonikabrævið
Trúfastur er Hann, sum kallaði tykkum; Hann skal gera tað við!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:25 Fyrra Tessalonikabrævið
Brøður, biðið fyri okkum!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:26 Fyrra Tessalonikabrævið
Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:27 Fyrra Tessalonikabrævið
Eg áleggi tykkum við Harranum at lata brævið verða lisið fyri øllum brøðrunum.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:28 Fyrra Tessalonikabrævið
Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
Seinna Tessalonikabrævið 3:3 Seinna Tessalonikabrævið
Men trúfastur er Harrin – Hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá tí, sum ilt er.
Seinna Timoteusarbrævið 4:5 Seinna Timoteusarbrævið
Men ver tú edrúur í øllum, líð ilt, ger verk evangelists, fullfør tænastu tína!
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Opinberingin 3:2 Opinberingin
Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja! Tí Eg havi ikki funnið verk tíni fullkomin fyri Gudi Mínum.
Opinberingin 3:3 Opinberingin
Minst tí, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, varðveit tað og vend við! Vakir tú nú ikki, skal Eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma Eg komi á teg.