at venda aftur / snúgva við

58 versir um "at venda aftur / snúgva við"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:6 Fyrra Jóhannesarbrævið

Siga vit, at vit hava samfelag við Hann – og liva í myrkrinum – so lúgva vit og gera ikki sannleikan.

6
Jóhannes 14:23 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.

5
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið

Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,

5
Fyrra Pætursbrævið 3:21 Fyrra Pætursbrævið

sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists,

4
Fimta Mósebók 20:1 Fimta Mósebók

„Táið tú fert í bardaga móti fígginda tínum, og tú sært hestar og vagnar og meiri herfólk, enn tú hevur sjálvur, mást tú ikki ræðast teir; tí HARRIN Gud tín er við tær, Hann, sum leiddi teg út av Egyptalandi.

3
Fimta Mósebók 20:2 Fimta Mósebók

Táið tit so skulu herja á í bardaga, skal presturin stíga fram og tala til fólkið.

3
Fimta Mósebók 20:3 Fimta Mósebók

Hann skal siga við teir: „Hoyr, Ísrael! Tit halda í dag út í bardaga móti fíggindum tykkara; latið ikki mótið falla, óttist ikki, verið ikki bangnir, ræðist teir ikki!

3
Fimta Mósebók 20:4 Fimta Mósebók

Tí HARRIN Gud tykkara kemur sjálvur við tykkum at berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og bjarga tykkum.“

3
Hoseas 12:6 Hoseas

– HARRIN Gud herskaranna; HARRIN er navn Hansara.

3
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið

men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.

3
Ezekiel 18:30 Ezekiel

Tí skal Eg døma tykkum, hús Ísraels, hvønn eftir atburði hansara – sigur Harrin HARRIN. Vendið við, vendið tykkum burt frá øllum misbrotum tykkara, so ikki onkur misgerð verður tykkum til fall!

2
Matteus 7:21 Matteus

Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.

2
Matteus 7:22 Matteus

Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“

2
Matteus 7:23 Matteus

Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“

2
Lukas 9:62 Lukas

Tá svaraði Jesus honum: „Eingin, ið leggur hondina á plógvið – og hyggur aftur um seg, hóskar til ríki Guds.“

2
Rómverjabrævið 3:10 Rómverjabrævið

sum skrivað er: „Eingin rættvísur er, ikki ein;

2
Galatiabrævið 3:1 Galatiabrævið

Tit skilaleysu Galatar! Hvør hevur gandað tykkum, tit, sum Jesus Kristus varð málaður fyri eygum, sum krossfestur!

2
Galatiabrævið 3:2 Galatiabrævið

Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?

2
Galatiabrævið 3:3 Galatiabrævið

So lítið skilja tit! Tit byrjaðu í Anda – fara tit nú at enda í holdi?

2
Galatiabrævið 3:4 Galatiabrævið

So nógv hava tit roynt til einkis – um tað tá er til einkis!

2
Galatiabrævið 3:5 Galatiabrævið

Hann, sum nú gevur tykkum Andan og virkar kraftargerðir tykkara millum – ger Hann tað av lógverkum ella av, at tit hoyra í trúgv!

2
Galatiabrævið 3:6 Galatiabrævið

– eins og jú „Ábraham trúði Gudi, og tað varð roknað honum til rættvísi.“

2
Galatiabrævið 3:7 Galatiabrævið

Tí skulu tit vita, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams.

2
Galatiabrævið 3:8 Galatiabrævið

Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: „Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!“

2
Galatiabrævið 3:9 Galatiabrævið

So verða tá tey, sum av trúgv eru, signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami.

2
Galatiabrævið 3:10 Galatiabrævið

Tí so mong sum halda seg til lógverk, eru undir banni; skrivað er jú: „Bannaður er hvør tann, sum ikki verður verandi í øllum tí, sum skrivað er í lógbókini, so hann ger tað.“

2
Galatiabrævið 3:11 Galatiabrævið

Og at eingin verður rættvísgjørdur fyri Gudi við lóg, er skilligt; tí „hin rættvísi skal liva av trúgv.“

2
Galatiabrævið 3:12 Galatiabrævið

Lógin hevur einki við trúnna at gera, men: „Tann, ið ger hetta, skal liva við tí.“

2
Galatiabrævið 3:13 Galatiabrævið

Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: „Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi“ –

2
Galatiabrævið 3:14 Galatiabrævið

fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.

2
Galatiabrævið 3:15 Galatiabrævið

Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí.

2
Galatiabrævið 3:16 Galatiabrævið

Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur „avkomum“, sum um nógvar, men sum um ein: „Og avkomi tínum“ – og tað er Kristus.

2
Galatiabrævið 3:17 Galatiabrævið

Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis.

2
Galatiabrævið 3:18 Galatiabrævið

Tí fæst arvurin við lóg, so fæst hann ikki longur við lyfti; men Ábrahami gav Gud hann við lyfti.

2
Galatiabrævið 3:19 Galatiabrævið

Hvat skuldi lógin tá til? Jú, hon varð løgd aftrat, fyri at lógbrotini skuldu koma fyri dagin – inntil avkomið kom, sum lyftið var givið – og hon varð givin við einglum – við millummans hond.

2
Galatiabrævið 3:20 Galatiabrævið

Men millummaður er ikki fyri bert ein part – men Gud er ein.

2
Galatiabrævið 3:21 Galatiabrævið

Er tá lógin ímóti lyftum Guds! Minni enn so! – Ja, var lóg givin, sum kundi gjørt livandi, so kom rættvísin veruliga av lóg.

2
Galatiabrævið 3:22 Galatiabrævið

Men skriftin hevur lagt alt inn undir synd, fyri at tað, sum lovað var, skuldi við trúgv á Jesus Kristus verða teimum givið, sum trúgva.

2
Galatiabrævið 3:23 Galatiabrævið

Áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildin innistongd, og lógin helt vakt yvir okkum – inntil trúgvin, ið koma skuldi, opinberaðist.

2
Galatiabrævið 3:24 Galatiabrævið

Soleiðis er lógin vorðin tyktari okkara – til Kristus, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørd við trúgv.

2
Galatiabrævið 3:25 Galatiabrævið

Men nú trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir tyktara.

2
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið

Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.

2
Galatiabrævið 3:27 Galatiabrævið

Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.

2
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

2
Galatiabrævið 3:29 Galatiabrævið

Men hoyra tit Kristusi til, so eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir lyfti.

2
Hebrearabrævið 3:7 Hebrearabrævið

– Sum Heilagi Andin tí sigur: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara –

2
Hebrearabrævið 3:8 Hebrearabrævið

herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini,

2
Hebrearabrævið 3:9 Hebrearabrævið

har fedrar tykkara freistaðu Meg og royndu Meg, teir, sum tó sóu verk Míni í 40 ár!

2
Hebrearabrævið 3:10 Hebrearabrævið

Tí varð Eg vreiður á ta ætt og segði: „Tey villast altíð í hjartanum!“ Men tey kendu ikki vegir Mínar;

2
Hebrearabrævið 3:11 Hebrearabrævið

so svór Eg í vreiði Míni: „Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!““

2